Tín keypskurv er tóm í løtuni!

Fyrsta vindmyllan sett upp á Gellingarkletti
21. mars 2022
Fyrsta stigið at fáa Føroyar enn longur fram á grønu leiðini bleiv tikið í dag.
Vindmyllurnar vera størstu vindmyllurnar í Føroyum, og partur av torninum á fyrstu vindmylluni er sett upp á Gellingarkletti í dag.
Verkætlanin við vindmyllulundini skal flyta Føroyar enn longur fram, og kemur hon at framleiða líka nógv orku sum øll vatnorkan í Føroyum.
Myllurnar eru 91,5 metrar høgar, hvør vongur er 57,5 metrar og tær viga knapt 500 tons hvør. Allar seks vindmyllurnar vera uppi í apríl mánaða, og tær byrja væntandi at framleiða el í juni. Verkætlanin á Gellingarkletti kostar 200 milliónir kr.
Tíðindi
Vindrøkt styrkt seg við Effo
Felagið Vindrøkt, ið Jóhan í Niðristovu rekur, hevur styrkt seg við Effo …
16. august 2018
Búskaparbreyt á vitjan
Vit vóru so heppin at fáa tveir flokkar frá búskaparbreytini á Kambsdali á…
10. september 2019
Nýggj heimasíða
Effo hevur fingið nýggja heimasíðu. Endamálið við nýggju heimasíðuni e…
16. oktober 2019