Fyrsta vindmyllan sett upp á Gellingarkletti
21. mar. 2022Fyrsta stigið at fáa Føroyar enn longur fram á grønu leiðini bleiv tikið í dag.
Vindmyllurnar vera størstu vindmyllurnar í Føroyum, og partur av torninum á fyrstu vindmylluni er sett upp á Gellingarkletti í dag.
Verkætlanin við vindmyllulundini skal flyta Føroyar enn longur fram, og kemur hon at framleiða líka nógv orku sum øll vatnorkan í Føroyum.
Myllurnar eru 91,5 metrar høgar, hvør vongur er 57,5 metrar og tær viga knapt 500 tons hvør. Allar seks vindmyllurnar vera uppi í apríl mánaða, og tær byrja væntandi at framleiða el í juni. Verkætlanin á Gellingarkletti kostar 200 milliónir kr.