Search by

Lýsa perurnar?

Sløktar baklyktir, brostnar perur og skeivt stillaðar billyktir. Hetta er veruliga nakað, sum kann ørkymla í ferðsluni og hava við sær vandamiklar støður. Tí fer Ráðið fyri Ferðslutrygd undir eitt lyktaátak saman við Akstovuni, Effo og Magn.

Á nógvum av viðskiftastøðunum hjá Effo og Magn kring landið verða sett skelti við tekstinum ’Lýsa perurnar? Skeltini hava eina blanka yvirflatu, sum ger tað lætt hjá bilførarum at kanna ljós og lyktir. Flestu bilførarar koma javnan á eina viðskiftastøð hjá Effo, ella Magn – t.d. at keypa brennievni til bilin – og tí er hetta eitt upplagt stað at fáa áminningina og møguleikan at kanna lyktirnar.

Kenn tínar lyktir

Sum bilførari er tað tín ábyrgd at hava eftirlit við at lyktirnar eru rætt stillaðar og at tær lýsa, tá tær skulu.

Onkrar av lyktunum á bilinum verða sjáldan brúktar. Kanska ivast tú í hvat tey ymisku teknini merkja? Hvussu virka tokulyktirnar til dømis? Hvar tendrar og sløkkir tú tær? Og ert tú vís/ur í, at ongar perur eru brostnar?

Brúka 5 minuttir at fáa skil á hesum meðan bilurin er parkeraður. Best er at gera hetta í myrkri. Parkera framman fyri ’lyktaskeltinum’, so tú sært lyktirnar framman speglast í rútinum. Tendra og sløkk ymsu lyktirnar og blinkjósini á bilinum. So sært tú, nær tær ymisku lyktirnar tendra og sløkna og hvussu tað sær út. Vend bilinum og endurtak royndina við lyktunum aftan. So veist tú hvussu allar lyktir virka, tá tú ein dagin fær tørv á hesum, meðan tú koyrir. Um tú noyðist at læra teg hetta og leita eftir røttu knøttunum meðan tú situr í bilinum í ferðsluni, kann tað verða vandamikið og tú kanst gerast gáloysin.

Ongantíð aftur sløktar baklyktir

Kanna at ljósini eru stillaði á nærljós, tá tú startar bilin. Tá lýsa ljósini framman, bakljósini og nummarplátuljósið aftan. Nærljósini skulu vera tendrað, tá sýnið er ringt, eitt nú tá tað kavar, regnar ella í mjørka. Tá tú koyrir í einum tunli, skulu ljósini framman og aftan altíð vera tendrað.

Eru lyktirnar stillaðar á ’auto’, tendra bakljósini ikki altíð. So tendra nærljósini, um tú vilt tryggja tær, at bakljósini altíð eru tendrað. Eisini í mjørka ella upplýstum tunli.

Fá fleiri góð ráð og royn tína vitan um ljós og lyktir her: http://www.rff.fo/vitan-um-fer%C3%B0slu/i-bili/ljos-og-lyktir

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her