Nýggj løðistøð í Effo í Skálafirði
15. feb. 2022Í dag verður løðistøðin í Effo í Skálafirði tikin í nýtslu. Við nýggju 150kW DC løðistøðini kann bilurin verða løddur eftir einans 15 minuttum.
Effektiva løðistøðin er egnað til allir bilar, sum eru góðkendir til skjótløðing og er løðistøðin útgjørd við trimum DC stikkarum, harav tveir eru CCS og eitt Chademo. Harumframt er ein við AC stikkara. Tveir bilar kunnu løða í senn. Løðistøðin gevur fullan effektivitet sera skjótt, so tú eftir stuttari tíð kanst halda leiðina áfram.
”Vit fegnast um at hava fingið el løðara í Effo í Skálafirði, og er hetta enn eitt stig á grønu leiðini hjá okkum”, sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo.
Hetta er sostatt fyrsta orkustøðin við el løðara í Føroyum, men ikki tann seinasta.