Search by

Privatlívs- og cookie politikkur

Effo privatlívspolitikkur

Effo virðir títt privatlív. Tí hava vit gjørt hendan privatlívspolitikk, so tú kann fáa eitt yvirlit yvir hvussu vit innheinta, brúka, goyma og víðarilata persónupplýsingar, sum vit hava um teg.

Hvørji eru vit?

Effo letur oljuúrdráttir til føroysk og útlendsk skip í Føroyum umframt, at felagið eisini veitir føroyskum og útlendskum skipum oljuúrdráttir í útlendskum havnum og á høvunum. Harumframt er Effo einasti veitari av Jet Fuel í Føroyum. Fyri framhaldandi at taka lut í at menna føroyska samfelagið, eigur Effo helmingin av Sp/f Vindrøkt, sum veitir orku burturúr vindorku. Ein partur av Effo eru Effo støðirnar kring landið, sum veita gerandisvørur og brennievni.

Allar størri avgerðir viðvíkjandi dátuvernd og øðrum mannangongdum viðvíkjandi tryggari viðgerð av persónupplýsingum verða tiknar av ovastu leiðslu felagsins í samstarvi við viðkomandi starvsfólk við ábyrgd av dátuvernd í felagnum.

P/f Effo, Óðinshædd 5, FO-100 Tórshavn er dátuábyrgdari og virkar somuleiðis sum felags dátuábyrgdari fyri dótturfelagið P/f Effo Bunkers, Bakkavegur 61, 530-Fuglafjørður. Við ‘Effo’ skal eftir hetta skiljast við bæði P/f Effo og P/f Effo Bunkers. Sp/f Vindrøkt er tó ikki partur av hesum politikki og víst verður tí í hesum føri til leiðsluna har.

Hvussu og nær er politikkurin galdandi?

Hesin politikkur lýsur tær persóndátuviðgerðir, sum verða gjørdar av Effo har Effo virkar sum dátuábyrgdari, sum innheintar persónupplýsingar um kundar, veitarar ella starvsfólk og ásetur endamálið og mátan við og av viðgerðini.

Hesin politikkur inniheldur eisini upplýsingar um hvussu Effo virkar sum dátuviðgeri, tvs. tá Effo viðgerð persónupplýsingar vegna okkara vinnukundar ella samstarvsfelagar eftir teirra leiðbeiningum.

Politikkurin er galdandi fyri allar mannagongdir í Effo. Um so er at ein annar privatlívspolitikkur finst fyri serstaka tænastu ella vøru, so er tann politikkurin galdandi í teimum einstøku førunum.

Tekur tú ikki undir við viðgerðini í hesum politikki kann tað viðføra, at Effo ikki kann veita tær ávísar tænastur.

Hvussu virkar Effo sum dátuábyrgdari?

Effo er dátuábyrgdari tá Effo avgerð endamálið og mátan viðgerðin av persónupplýsingum skal fara fram uppá. Persónupplýsingar eru ein og hvør upplýsing og meting, sum er knýtt ella kann knýtast at einum ávísum likamligum persóni.

Viðgerðin av persónupplýsingum er neyðug fyri at Effo kann fyrireika seg til ella liva upp til avtalur vit hava gjørt ella bjóða okkara kundum og fyri at veita kundum okkara tænastur og vørur av ymsum slag, undir hesum avsláttir og persónlig tilboð.

Hví innheinta vit tínar persónupplýsingar?

Effo innheintar og viðgerð persónupplýsingar um okkara kundar, starvsfólk, veitarar og samstarvsfelagar sum ein part av vinnuliga rakstrinum av Effo og til at náa okkara strategisku málum um at veita kundum okkara bestu tænastu.

Vit innheinta og viðgera persónupplýsingar viðvíkjandi fylgjandi skrásettu:

  • Verandi og møguligir komandi kundar

Fyri at kunna veita tænastur, umsita okkara kundasambond og liva upp til okkara lyftir til verandi ella møguligar komandi kundar, hevur Effo tørv á upplýsingum um hvør tú ert, hvat tín støða er sum brúkari av okkara vørum og tænastum umframt kontaktupplýsingum og tínum leikluti sum kontaktpersónur. Høvuðsørsøkirnar til at vit viðgera hesar upplýsingar eru:

  • Til at útføra og veita tænastur sambært avtalu við kundan
  • Veitan av support til brúkarar av okkara vørum og tænastum
  • Til betran av okkara vørum og tænastum frá kundaafturmeldingum
  • Til at liva upp til almenn krøv um trygd, umhvørvi osv.
  • Til at forða misnýtslu av okkara vørum  og tænastum
  • Fakturering, viðgerð av keypum, gjaldingum og øðrum fíggjarligum uppgávum
  • Veitan av tilboðum á vørum og tænastum til okkara kundar
  • Umsiting og stýring av stórum ordrum
  • Í nøkrum førum til at geva ávísum kundum og møguligum komandi kundum meira viðkomandi og nágreinilig tilboð uppá ávísar vørur og tænastur
  • Til at viðgera umsóknir um Effo viðskiftakort við kreditti

Fyri at náa út til ein størri marknað hava vit eitt heimilað áhugamál í  at viðgera persónupplýsingar hjá møguligum komandi kundum við í sambandi við møgulig marknaðarátøk. Fyri at geva møguligum komandi kundum viðkomandi innihald viðgera vit persónupplýsingar um møguligar komandi kundar, sum eru innsavnaðir undir t.d. sølusamráðingum ella tá ein kundi hevur víst okkum áhugað í at móttaka tilboð frá okkum.

Rættargrundarlagið fyri viðgerðunum omanfyri er samtykki, sáttmáli og okkara heimilaðu áhugamál. Vit kunnu tó vissa fyri, at við eini og hvørjari elktroniskari og beinleiðis marknaðarføringsfráboðan, sum tú fært frá okkum, vil tað vera møguligt at velja hesar marknaðarføringsfráboðanirnar frá framyvir. Um hetta av eini ella aðrari orsøk ikki vísur seg at vera satt í ávísum førum, so ber altíð til at venda sær til kundatænastuna hjá Effo.  

  • Starvsfólk

Um tú ert starvsfólk í P/f Effo, P/f Effo Bunkers, Vindrøkt ella Carl Jensens Marinelager, viðgera vit tínar persónupplýsingar fyri at liva upp til okkara avtalu við teg og fyri at liva upp til viðkomandi lógarásetingar fyri at røkja tína starvssetan. Vit gera hetta við støði í sáttmála, rættarligum skyldum og m.a. fyri at tryggja passandi goymslutíðir fyri viðgerðina av tílíkum upplýsingum. Viðgerðin fer fram sum liður í starvsfólkaumsitingini.

Søkir tú starv hjá Effo, viðgera vit tínar persónupplýsingar fyri at meta um hvussu viðkomandi tínir førleikar eru fyri tað starvi tú søkir. Hetta verður gjørt við støði í samtykki frá tær.

Hevur tú sum starvsfólk fyrispurningar viðvíkjandi viðgerð av tínum persónupplýsingum ber til at venda sær til Rebekku Danielsen, sum hevur starvsfólkaábyrgdina í Effo.

  • Veitarar og samstarvsfelagar

Vit viðgera upplýsingar um einstakar persónar, tá hesir umboða okkara veitarar og samstarvsfelagar og viðgerðin tekur støði í okkara heimilaða áhugamáli í at fáa nýggjar samstarvsfelagar, vinna nýggjar marknaðir og at liva upp til sáttmálakrøv.

  • Vitjandi við støðirnar og onnur rakstrarstøð kring landi

Fyri at yvirhalda ávís tilmæli um m.a. heilsu, trygd, umhvørvi osv., fyri at røkka okkara heimilaðu áhugamálum, fyri at verja okkara vinnuligu loynidómar, starvsfólk, kundar og onnur kunnu vit viðgera tínar persónupplýsingar við at seta í verk vakmyndatól-yvirvaking við okkara støðir kring landi, bæði innan og uttan, við okkara oljugoymlsur og við terminalin í Fuglafirði. Hetta er týðuligt markera við uppsløgum á teimum støðum har vit hava íverksett vakmyndatól-yvirvaking. Upptøkurnar vera goymdar í mesta lagi 14 dagar um ikki annað verður kravt sambært lóggávu.

Lógarheimild

Viðgerðin av persónupplýsingum er ikki loyvd uttan neyðuga rættargrundarlagið. Tí brúka vit í Effo eitt av fylgjandi rættargrundarløgum, lýst í Dátuverndarlógini galdandi fra 1. januar 2021, til viðgerðina av tínum persónupplýsingum:

  • Við støði í einum samtykki frá tær
  • Viðgerðin er neyðug fyri, at halda eina avtalu við teg
  • Viðgerðin er neyðug fyri, at halda eina rættarliga skyldu sum Effo er undirlagt
  • Viðgerðin er neyðug fyri, at Effo ella ein triðjipersónur kann fylgja einum heimilaðum áhugamáli, um ikki áhugamál ella grundleggjandi rættindi hjá tær, sum krevja vernd av persónupplýsingum, ganga framum

Vit viðgera bert upplýsingar um P-talið, um tú hevur givið títt nágreiniliga samtykki ella um tað er eitt lógarkrav.

Viðkvæmir persónupplýsingar, t.d. heilsuupplýsingar, blíva viðgjørdir við støði í fylgjandi rættargrundarlagi:

  • Við støði í samtykki frá tær til viðgerðina til eitt ella fleiri nágreinilig endamál
  • Við støði í arbeiðs-, heilsu og sosialrættarligum skyldum sum Effo er undirlagt
  • Við støði í almennum upplýsingum, har tað er greitt at tú sjálv/ur hevur almannakunngjørt hesar
  • Við støði í rættarligum skyldum har viðgerðin er neyðug til tess at røkja samfelagsáhugamál

Hvussu innheinta vit tínar persónupplýsingar?

Vanliga innheinta vit tínar persónupplýsingar beinleiðis frá tær í sambandi við keyp av vørum, tænastum ella tá tú hevur ynskt at gera eina avtalu við okkum.

Vit brúka cookies og aðrar sporingsloysnir á Effo web-støðum til at veita generiskar onlinetænastur. Vit innsavna upplýsingar, sum brúkarin aktivt sendur til okkum umvegis heimasíðu, appir og tænstur sum t.d. navn, teldupostbústað og telefonnummar. Vit innheinta eisini upplýsingar um hvussu okkara brúkarir samvirka við okkara web-støð og appir. Harumframt innsavnar vit upplýsingar frá tínari teldu ella eind sum t.d. IP-bústað og hvønn browsara tú brúkar. Hesir upplýsingar verða innsavnaðir við m.a. Google Analytics Solutions. Við tínum samtykki loyva appir okkara eisini tær at brúka staðsetingartænastur til m.a. at tænastur har tú kann finna tína nærmastu Effo-støð.

Í øðrum førum kunnu vit innheinta upplýsingar um teg frá øðrum keldum. Hesar keldur kunnu variera, men tað kunnu t.d. vera samstarvsfelagar, almennar keldur ella almennir upplýsingar frá ein sosialum netverki hjá triðjaparti. Vit kunnu sameina upplýsingar um teg frá einari keldu við upplýsingum frá aðrari keldu fyri at tryggja rættleikan í upplýsingunum, so vit kunnu bjóða tær meira viðkomandi vørur og tænastur.

Vit kunnu t.d. eisini upptaka myndir av tær við okkara vakmyndayvirvaking.

Hvønn víðarilata vit tínar persónupplýsingar til?

Innanhýsis í samtakinum:

Tínir persónupplýsingar kunnu latast víðari til feløg innanhýsis í Effo-samtakinum, tað er P/f Effo og P/f Effo Bunkers, um viðgerðin er í samsvari við tað endamál sum upplýsingarnir blivu innheintaðir til.

Uttanhýsis samstarvsfelagar:

Effo kann brúka triðjaparts tænastuveitarar til okkara vegna at umsita ávísar aktivitetir sum t.d. keyp, viðgera gjøld við gjaldskortum, senda teldupostar og vanligan post, veita lýsingar, máta effektina av okkara marknaðarátøkum og greina nýtsluna av okkara web-støðumella enntá at loyva brúkarum at stovna samband við teirra sosiala netverk. Fyri at kunna útføra tílíkar tænastur víðarilata vit tínar persónupplýsingar við teir respektivu samstarvsfelagarnar, men bert í tann mun teir veita tænastuna okkara vegna og syrgja fyri, at teir halda dátuverndarlóggávuna.

Effo víðariletur møguliga tínar persónupplýsingar við uttanhýsis partar í hesum førum:

  • Veitarar og samstarvsfelagar:
    • Tá vit meta vit hava eitt heimilað áhugamál í at víðarilata persónupplýsingar við støði í einum handilsligum perspektivi, sum í tí ítøkiliga førinum vigar tyngri enn møgulig atlit til tín og lóggávan loyvir tí ella um tú hevur givið samtykki til tílíka víðarilating.
  • Almennir myndugleikar:
    • Mydugleikar sum t.d. TAKS, Føroya Politi, Føroya rættur ella aðrir almennir myndugleikar kunnu biðja Effo um at geva sær allar upplýsingar vit hava um teg. Í tílíkum førum vil Effo bert geva tínar persónupplýsingar víðari um nøktandi rættargrundarlag er fyri tílíkari áheitan.
  • Brúkarafelagsskapir (sosial netverk):
    • Um tú viðmerkjur ella á annan hátt gevur tína meining til kennar um Effo í brúkarabólkum ella síðum á sosialum netverkum, har tílíkir upplýsingar kunnu síggkast og brúkast av øllum sum hava atgongd til ein tílíkan felagsskap til endamál sum eru uttanfyri ræði hjá Effo, hevur Effo onga ábyrgd fyri tí innihaldi, sum tú víðariletur til tílíkar felagsskapir.

Automatisk dátuviðger og profileringsamboð

Ávís web-støð og appir hjá Effo brúka automatisk dátuinnsavningaramboð og staðsetingaramboð til at innheinta upplýsingar um tína ferðing og samvirkan við okkara heimasíður.

Cookies

Við at brúka heimasíður og appir hjá Effo góðtekur tú nýtsluna av cookies.

Vit brúka cookies á okkara heimasíðum til at eyðmerkja brúkarar sum serstakar, men dulnevndar einstaklingar. Hetta hjálpur okkum við at skráseta talið av vitjandi og gevur okkum hagtøl og upplýsingar um, hvussu nógvar brúkarar vit hava á okkara heimasíðum og hvat hesir gera á síðunum. Vit brúka hagtølini til gera okkara síður so brúkaravinarligar sum gjørligt.

Til okkara appir brúka vit “Identifier for Advertising (IDFA) til iOS og Google Advertising ID (AAID) til Android. Allar upplýsingar verða innsavnaðar dulnevnt.

Google Analytics og reCaptcha

Effo-merktar heimasíður og applikatiónir brúka Google Analytics til at innheinta upplýsingar um, hvussu okkara brúkarar vitja heimasíður og appir. Hesar upplýsingar verða í høvuðsheitum savnaðar umvegis tænastur, sum verða veittar av Google Analytics, og tískil eru teirra treytir eru galdandi eisini í hesum førum.

Fyri at verja móti ótilætaðari nýtslu brúka vit Google Invisible reCAPTCHA, sum savnar hardware- og softwareupplýsingar, sum t.d. eindar- og applikatiónsdátur og úrslitini av integritetskontrollum umframt serstakar online-identifikatiónir, sum t.d. IP-bústaðir, og senda so hesar til Google at greina.

Við at brúka hesa tænastu góðtekur tú, at tínir persónupplýsingar vera latnir Google Analytics fyri integritetskontroll og til at gjøgnumføra tiltøk, sum eru neyðug fyri trygdina á heimasíðuni.

Cookies frá triðjaparts sosialum netverkum

Effo er aktivt á teimum sosialu miðlunum. Í løtuni hevur Effo eina virkissíðu á Facebook, Instagram og LinkedIn.

Tá tú samvirkar við Effo á hesum síðum, gert tú upplýsingar atkomuligar fyri Effo og sosiala miðilin, t.d. tá tú reagerar uppá uppsløg hjá fyritøkuni, viðmerkjur og víðarideilur tey, eins og fyritøkan viðgerð upplýsingar um at tú “dámar” virkissíðuna ella fylgir fyritøkuni á sosiala miðlinum. Harumframt blíva vanligir upplýsingar um teg viðgjørdir, sum t.d. samleikaupplýsingar, kontaktupplýsingar osv. Endamálið við viðgerðini er at marknaðarføra Effo.

Rættargrundarlagið fyri viðgerðini er at finna í § 8, stk. 1, litra f í dátuverndarlógini og tí heimilaða áhugamálinum hjá Effo at marknaðaføra seg sum fyritøku á teimum sosialu miðlunum, undir hesum eisini at gera kundar og møguligar komandi kundar kunnigar við viðkomandi tilfar og tíðindi.

Tú kann m.a. lesa meira um felags dátuábyrgd, undir hesum eisini ábyrgdarbýtið, viðgerðina osv., við LinkedIn her, við Facebook her. Víst verður annars til dátuverndarpolitikkirnar hjá hesum sosialu miðlum.

Upplýsingar á sosialu miðlunum blíva í høvuðsheitum strikaðir tá fyritøkan strikar eitt uppslag, ella tá tú strikar tína viðmerking, víðarideiling, reaktión ella tekur aftur, at tú “dámar” ella fylgir fyritøkuni á sosiala miðlinum.

Hvørji sløg av persónupplýsingum innheinta og viðgera vit í Effo?

Effo viðger fylgjandi persónupplýsingar um teg:

  • Vanligar upplýsingar og kontaktupplýsingar, sum t.d. navn, eftirnavn, telefonnummar, teldupostbústað og bústað
  • Demografiskar dátur sum t.d. føðingardag og kyn
  • Afturmeldingar til okkara vørur og tænastur
  • Ymsar fráboðanir frá tær til okkara kundatænastu
  • Myndir og filmsbrot í sambandi við okkara vakmyndatól-yvirvaking
  • Innihald sum tú leggur upp til okkara heimasíður, appir og sosialar netverkssíður
  • Umsóknir til okkara tænastur, sum blívar veittar við støði í sáttmálum
  • Fíggjarligar upplýsingar, sum t.d. upplýsingar um peningastovnskonto
  • Staðsetingarupplýsingar, sum aktivt eru sendar okkum umvegis okkara heimasíðum og appum, sum t.d. IP-bústaðir, slag av internetbrowsara osv.
  • Serstakar brúkaraupplýsingar sum t.d. login-id, loyniorð osv.
  • Innkeypsatferð grundað á tíni keyp á okkara støðum við okkara viðskiftakortum/tænastum
  • Upplýsingar um fyrrverandi størv og útbúgving í einum fakligum samanhangi
  • Upplýsinga sum tú hevur almannakunngjørt og frítt givið burtur á triðjaparts sosialum netverkum

Fyri starvsfólk viðgera vit harumframt fylgjandi upplýsingar:

  • Navn, bústaður, føðingardagur, P-tal, kontaktupplýsingar, undir hesum teldupostbústað og telefonnummar
  • Upplýsingar um kontaktpersónar/avvarðandi (navn, bústað, telefonnummar og teldupostbústað)
  • Lønarviðurskifti, peningastovns- og skattaupplýsingar
  • Útbúgvingarviðurskifti og vinnuroyndir
  • Ferðaupplýsingar í samband við ferðing fyri Effo
  • Mynd til brúk fyri innanhýsis net
  • Upplýsingar um útflýggjaði amboð, sum t.d. teldu, fartelefon, atgongdskort/lyklar osv.
  • Upplýsingar um viðgongutíð og barnsburð
  • Upplýsingar um tænastulig misbrot, ávaringar, starvsfólkametingar og upplýsingar um orsøkir til uppsagnir ella burturvísingar
  • Sjúkrafrávera og aðrar viðkomandi heilsuupplýsingar
  • Persónmensku/førleikakanningar
  • Upplýsingar um møgulig revsiverd viðurskifti
  • Mynd til brúk fyri heimasíðu, sosialar miðlar ella ársfrágreiðing um so er, at serstakt samtykki er innheinta til hetta.

Sum dátuábyrgdari viðger Effo ikki viðkvæmar upplýsingar fyri at veita vørur og tænastur til tín, men í ávísum førum er viðger av tílíkum upplýsingum eitt krav fyri at halda ávísar skyldur, sum Effo er undirlagt.

Viðkvæmir persónupplýsingar verða í fyrstu syftu innheintaðir í fylgjandi førum:

  • Um tú ert starvsfólk og hevur fráveru orsakað av sjúku, so kunnu vit møguliga viðgera viðkvæmar upplýsingar viðvíkjandi tínari heilsustøðu, sbrt. krøvum í starvsfólkalóggávu.
  • Um tú ert ein persónur, sum hevur verið fyri einari hending á ognum okkara, hava vit møguliga skyldu til at viðgera upplýsingar um tína heilsustøðu fyri at liva upp til myndugleikakrøv umframt fyri at skráseta hendingina fyri at sleppa undan endurtøkum í framtíðini.
  • Um tú ert ein kundi, sum meinar, at heilsutrupulleikar skyldast mateitran ella øðrum vandum frá okkara vørum, hava vit skyldu til at viðgera viðkvæmar persónupplýsingar um teg.

Hvussu verja vit tínar persónupplýsingar?

Persónupplýsingar í Effo verða viðgjørdir á tryggan hátt.

Vit gera okkara besta fyri at tryggja, at allar kt-skipanir, sum eru gjørdar fyri, integreraðar í, keyptar til ella brúktar í Effo, yvirhalda prinsippið um ‘Privacy by Design’ fyri at tann hátt tryggja mest møguligu trygd í sambandi við viðger av persónupplýsingum.

Vit brúka kryptering og pseudonymisering har tað er viðkomandi.

Vit avmarka atgongdina til persónupplýsingar til teir persónar, sum hava ein veruliga tørv á teimum.

Vit hava leiðreglur, politikkir og útbúgving at ráða yvir til starvsfólk sum viðgera persónupplýsingar í Effo.

Tá vit skulu brúka dátuviðgerar til at viðgera persónupplýsingar, gera vit eina meting av teimum samstarvsfeløgum vit lata persónupplýsingar til, fyri at tryggja at hesir halda galdandi lóggávu um dátuvernd. Harumframt gera vit ítøkiligar dátuviðgeraravtalur.

Vit viðgera ikki tínar persónupplýsingar longri enn neyðugt og til tað endamálið, sum upplýsingarnir eru heintaðir inn til. Sum standard goyma vit upplýsingar í 6 mánaðir, men goymslutíðarskeiðið kann blíva longri, um tað t.d. er eitt lógarkrav um tað.

Starvsfólkaupplýsingar goyma vit í 5 ár aftaná inniverandi roknskapartíðarskeið tá starvssetanin endaði.

Effo yvirheldur prinsippið um dataminimering og syrgir fyri, at vit einans savna eina minstu mongd av upplýsingum sum eru neyðugir, tá vit veita vørur og tænastur til tín.

Nær brúka vit dátuviðgerar?

Effo brúkar dátuviðgerar til ymisk endamál, t.d. til dátugoymslu, veitan av vakmyndatól-loysnum osv. Eitt yvirlit yvir dátuviðgerar hjá Effo kann fáast við at venda sær til høvuðssæti hjá Effo.

Hvørji eru tíni rættindi og hvussu gert tú brúk av teimum?

Tú hevur rætt til at biðja um atgongd til teir persónupplýsingar vit hava um teg. Vit eru tó noydd til at vita hvør tú ert, áðrenn vit kunnu leysgeva hesar upplýsingar.

Tú hevur rætt til at mótmæla viðgerðini av tínum persónupplýsingum, at afturkalla samtykki, at biðja um at tínir persónupplýsingar verða strikaðir ella rættaðir umframt rætt til dátuflutning.

Um tú ynskir at gera brúk av tínum rættindum, verður tú biðjin um at seta teg í samband við kundatænastu okkara. Sí nærri á www.effo.fo

Tú hevur harumfram rætt til at klaga til Dátueftirlitið. Sí nærri á www.dat.fo

Set teg í samband við okkum

Tú kann seta teg í samband við okkum við telduposti á datavernd@effo.fo ella við vanligum brævi til P/f Effo, Att: Dátuvernd, Óðinshædd 5, Postboks 3098, FO-100 Tórshavn.

Tú kann eisini seta teg í samband við okkara kundatænastu. Sí nærri á www.effo.fo

Broytingar í hesum politikki

Vit dagføra javnan hendan politikk. Nýggjasti og galdandi politikkur verður altíð tøkur fyri vitjandi á heimasíðu okkara.

Hesin privatlívspolitikkur er galdandi frá 1. januar 2021.

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her