Search by

Samstarv við Runavíkar kommunu

Týsdagin 21. september hittust partarnir í Søldarfirði, og skrivað var undir avtalu, sum ber við sær, at vit átaka okkum at gera eina nýggja oljugoymslu í økinum og at Runavíkar kommuna átekur sær at fylla út og planera økið undir goymsluni við grundarlagi í tekningum frá Landsbyggifelagnum og okkum. Talan er um økið suður frá bryggjuøkinum, og ístaðin fyri at spreingja úr økinum omanfyri er ætlanin at brúka grót úr Sandoyartunlinum, sum kommunan frammanundan hevur keypt, til endamálið.

Tá komið er á mál við fylling og bygging, verður leigusáttmáli gjørdur partanna millum, sum er samsvarandi vanligum treytum fyri vinnuleigu.

Vit fegnast um at kunna halda fram við virkseminum í Søldarfirði og um samstarvið við Runarvíkar kommunu.

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her