Search by

Effo veitir nú grøna hitaloysn

Nú orkuskiftið tekur dik á seg, fer Effo at veita tryggar og munagóðar orkuloysnir og orku beinleiðis til húsarhald og vinnubygningar.

Tað er eyðsæð eitt skifti í eftirspurninginum eftir orku, og Effo fylgir sjálvandi við í skiftinum og menningini. Aðalendamálið hjá Effo er at veita orku til føroyingar, og tí víðkar Effo um virksemið og fer at selja hitapumpur.

“Vit eru sera spent at byrja uppá at veita grøna orku til føroysku húsarhaldini og vinnuna. Eins og spírin í búmerkinum er eyðkenni fyri grøna orku, er tað ein sjálvfylgja hjá okkum at veita føroyingum grøna orku” sigur Gunnar Nielsen, stjóri í orkufelagnum Effo. Harumframt sigur Gunnar “Hetta er ein liður í framhaldandi  menningini av grøna orkuskiftinum, og er hetta eitt stig av fleiri á leiðini.”

Effo fer at selja hitapumpur frá Thermia – KROSSTEIN er undirveitari. Effo fer at hava eitt breitt úrval av hitapumpum bæði til sethús og vinnubygningar, og talan er bæði um luft til vatn og jarðhita.

Ein týðandi táttur í orkuloysnini frá Effo er tænasta og viðlíkahald. Dygdargóða hitatænastan hjá Effo, ið hevur virkað í yvir 40 ár, verður víðkað til eisini at fevna um hitatænastu av Thermia hitapumpum. Effo verður tískil føroyski servicepartnarin hjá Thermia. Hendan tænastan byrjar 1. apríl. Til kundar, sum ynskja eina orkuloysn við jarðhita, fer Effo at bora jarðhitahol í mai í ár.

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her