Search by

Grøna hitaloysnin

Hita húsini við grønari orku

Effo grønkast enn meira. Vit selja Thermia luft til vatn-hitapumpur og jarðhita. Vit bjóða alt frá jarðarborðing til uppsetan av hitapumpuni, eftirlit og viðlíkahald.

Við hitapumpu hitar tú húsini við varandi orku. Ein umhvørvisvinarlig orkuloysn, sum í flestum førum eisini er bíligari í longdini enn aðrar. 

Tann grøna orkuloysnin er varandi og náttúruvinarlig

Fyrimunirnir við hitapumpu eru óteljandi

  • Lægri hitarokning
  • Orkusparandi
  • Umhvørvisvinarlig
  • Framtíðartryggjað (long livitíð, uml 15-20 ár)
  • Hitatænasta (Effo passar hitapumpuna)

Fá tilboð upp á hitapumpu

Skalt tú skifta oljufýrið út ella byggja nýtt?

Fyll teigarnar út niðanfyri, so senda vit tær eitt óbindandi tilboð.

Vit selja trý sløg av Thermia hitapumpum. Tvey sløg til jarðhitapumpu og eitt slag av luft til vatn.

Les meira um Thermia hitapumpurnar í faldarunum niðanfyri.

Spurningar og svar

Hvørjar grønar orkuloysnir havi eg?

Tað eru fýra grønar hitapumpuorkuloysnir at velja ímillum, og av teimum bjóðar Effo tríggjar. Hesar eru:

  1. Jarðhiti – orkan kemur úr einum holi, ið verður borað djúpt niður í jørðina.
  2. Luft til vatn – orkan kemur úr luftini uttanfyri.
  3. Ventilatión – verður mest nýtt til nýbyggingar við t.d. fleiri íbúðum. Orkan kemur úr inniluftini.
  4. Luft/luft hitapumpur (hesar selja vit ikki) – her blæsur ein maskina á vegginum heita luft í rúmið, men hitar ikki vatnið í húsinum, sum hinar loysnirnar omanfyri gera.
Hvørjir eru fyrimunir og vansar við jarðhita?

Ein fyrimunur við jarðhita er, at hetta er tann loysnin, sum gevur størstu peningaligu sparingina, hvat viðvíkir orkunýtslu. Íløgan er størri, men tað er sparingin eisini.

Sjálvt jarðhitaholið varðveitir sítt virkni sera leingi, og tí nýtist bert at skifta tøknislutir, tá ið livitíðin á hitapumpuni er farin.

Ein hitapumpa hevur hægri virkingarstig (hægri SCOP) enn ein oljuketil, og tí er hetta bæði ein peningalig orkusparing og ein orkuloysn, ið fer betur við okkara umhvørvi.

Ein annar fyrimunur er, at jarðhitaskipanin stendur inni og tí er vard fyri veðri og vindi. Tí slítist hon ikki eins skjótt og luft til vatn-skipanir.

Tú fært alt meirvirðisgjaldið afturgoldið, av tí at tað er ein grøn íløga.

Vansin er hinvegin, at jarðhiti er størsta íløgan og harvið hevur longstu afturgjaldstíðina.

Av tí at jarðhiti er best umtókta grøna orkuskipanin í løtuni, er eisini longst bíðitíð til jarðhitaskipanir.

Hvørjir eru fyrimunirnir og vansarnir við luft til vatn-hitapumpu?

Fyrimunurin við luft til vatn-hitapumpu er, at hetta er bíligari enn jarðhiti, og harvið er afturgjaldstíðin styttri.

Ein hitapumpa hevur hægri virkingarstig (hægri SCOP) enn ein oljuketil, og tí er hetta bæði ein peningalig orkusparing og ein orkuloysn, ið fer betur við okkara umhvørvi.

Tú fært alt meirvirðisgjaldið afturgoldið, av tí at tað er ein grøn íløga.

Vansin er, at ein partur av skipanini stendur úti, og tí er fyri veðri og vindi. Tí kann slit av útipartinum í summum førum gera um seg.

Luft til vatn-hitapumpa hevur styttri livitíð enn bæði oljuketil og jarðhitapumpa.

Hvussu langa livitíð hevur ein hitapumpa?

Tað er ógvuliga trupult at siga júst, hvussu langa livitíð ein hitapumpa hevur, men royndir úr okkara grannalondum siga, at miðallivitíðin á einari jarðhitapumpu er 20-25 ár. Tá er jarðhitaholið framvegis ótroytt.

Livitíðin á einari luft til vatn-hitapumpu í okkara grannalondum er 15-20 ár. Veðrið í Føroyum setur stór krøv til hetta slagið av hitapumpum,  men fleiri luft til vatn-hitapumpur, sum eru yvir 15 ár, eru framvegis í rakstri í Føroyum.

Hvussu nógvar pengar kann eg spara við at skifta frá ketli og oljufýring til hitapumpu?

Tú kanst vænta eina munandi sparing. Niðanfyri er eitt dømi, sum kann geva ein ábending um, hvussu nógv kann sparast.

Dømi:

Sethús á:

  • 200m2
  • 2 hæddir
  • 1 húski á 4
  • Oljuketil frá ár 2000
  • Effekt 90 %
  • Radiatorar um alt húsið
  • Oljunýtsla 3.500 litrar í miðal um árið
  • Orkutørvur 31.500 kWh, miðaloljuprísur 9,50 krónur/liturin.

Oljan: Í hesum døminum er orkutørvurin 31.500 kWh og miðaloljuprísurin 9,50 krónur/liturin.

Samlaði kostnaður fyri upphiting við olju er tí 33.250 krónur um árið.

 

Við at skifta til jarðhita, har orkutørvurin er 31.500 kWh, skulu 8.350 kWh av eli brúkast til upphiting. Við einum miðalelprísi á 1,675 kr/kwh verður árligi kostnaðurin til upphiting 13.987 krónur.

 

Við at skifta til luft til vatn-hitapumpu skulu 10.680 kWh av eli brúkast til upphiting. Við einum miðalelprísi á 1,675 kr/kwh verður árligi kostnaðurin til upphiting 17.889,- krónur.

Hava hitapumpur nóg mikið av heitum brúksvatni?

Flestu hitapumpur hava millum 240-260 litrar av 40°C heitum brúksvatni tøkar. Hetta er sum oftast nokk til eitt húski. Tó ber til at økja um nøgdina av heitum brúksvatni við at keypa ein eyka heitvatnstanga.

Ber til at hava radiatorar og ikki gólvhita, tá eg havi hitapumpu?

Ja, tú kanst væl hava bara radiatorar.

Vilt tú vita, um tínir radiatorar eru nóg virknir til eina hitapumpu, kanst tú kanna, um radiatorarnir eru lunkaðir ella kaldir. Eru teir tað, megnar radiatorurin at hita rúmið, og tá er ikki neyðugt at skifta radiatorarnar. Men um ein radiatorur altíð er heitur, so megnar hann ikki at hita rúmið. Tá verður ofta neyðugt at fáa ein størri radiator, tá skift verður frá oljuketli til eina hitapumpu.

Ein kann eisini sjálvur kanna eftir, hvussu umstøðurnar eru til hitapumpu, við at skrúva niður fyri sjuntinum á ketlinum, so framrenslhitin fer niður. Ein ketil hevur høgan framrenslhita á 70°C, meðan ein hitapumpa hevur lágan framrenslhita á 50°C.

Spari eg meira við at fáa hitapumpu, um gólvhiti er allastaðni í húsinum?

Ja. Er gólvhiti um alt húsið og eingir radiatorar, eru hitapumpur sum heild munadyggari. Hetta kemst av, at ein hitapumpa ikki nýtist eins nógva orku til upphiting av gólvhitum. Tó eru hitapumpur sum heild nógvar ferðir munadyggari enn oljuketlar, og tí er sparingin við at skifta frá olju til hitapumpu, har ein hevur radiatorar, eisini ógvuliga stór.

Hvar skal holið til jarðhitan borast?

Effo kannar bestu staðsetingina av jarðhitaholinum á tykkara matrikkli. Besta staðsetingin er ikki neyðturviliga beint uttan fyri innipartin av skipanini, t.e. har hitapumpan stendur inni í húsinum. Skipanin missir ikki virkni av, at rørini frá jarðhitaholinum til hitapumpuna eru long. Okkara boritoymi tekur støðu til, hvar holið skal borast.

Skal eg sjálv/-ur søkja um boriloyvi?

Nei. Effo søkir um boriloyvi fyri teg.

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her