Tín keypskurv er tóm í løtuni!
Author: wplunnar
-

Effo 10 ár
Tað eru 10 ár liðin síðani at Statoil bleiv til Effo. Føroyingar keyptu Statoil í Føroyum fyri 12 árum síðani. Felagið er yvir 100 ára gamalt og hevur altíð verið rikið av føroyingum, men fyri 12 árum síðani kom orkufelagið á føroyskar hendur. Síðani broytti tað navn fyri 10 árum síðani og bleiv til Føroya…
-

Nýggj heimasíða
Effo hevur fingið nýggja heimasíðu. Endamálið við nýggju heimasíðuni er at veita so góða kunning til viðskiftafólkini og geva viðskiftafólkunum ein betri møguleika at viðgera síni viðurskifti so ómakaleyst sum møguligt. Umframt hetta er endamálið at fáa eina nýmótans heimasíðu og styrkja um samleikan hjá Effo. Vónandi taka tit væl imóti henni.
-

Búskaparbreyt á vitjan
Vit vóru so heppin at fáa tveir flokkar frá búskaparbreytini á Kambsdali á vitjan. Endamálið var at greiða frá ymiskum sum vit arbeiða við og sum er viðkomandi fyri næmingarnar. Tey fingu innlit í hvat vit gera á Effo, hvussu marknaðurin sær út og hvørjar ætlanir eru fyri framman. Harumframt bleiv greitt frá um roknskapin…
-

Vindrøkt styrkt seg við Effo
Felagið Vindrøkt, ið Jóhan í Niðristovu rekur, hevur styrkt seg við Effo sum parteigara í felagnum. Vindrøkt framleiðir orku úr vindi og hevur stórar ætlanir um at gera nýggjar vindmyllulundir og hevur eisini fleiri økir klár til endamálið. Harafturat hevur Vindrøkt fingið ávegis loyvi at seta eina Pumped Storage skipan í verk, ið veruliga hevði…


