Tín keypskurv er tóm í løtuni!
Category: Tíðindi
-

Blýfrítt 95 til ellisakfør á Argjum
Blýfrítt 95 til ellisakfør og eldri skutarar er nú til sølu á Argjum. Hetta kann keypast á pumpu 5 og 6, og er tað frámerkt við reyðum liti. Prísurin er 16,23 pr/litur. E10, sum er til vanlig akfør, er eisini til sølu, og fæst tað á pumpu 1, 2, 3 og 4.
-

Blýfrítt bensin til ellisakfør
Fyri nøkrum vikum síðani fekk Effo nýtt bensin, oktan 95 E10. Endamálið við skiftinum er, at vit kunnu veita kundum okkara eitt grønari brennievni. Oktan 95 E10 bensinið hevur eitt lægri CO2 útlát enn oktan 95. Gongdin í londunum rundanum okkum seinastu árini hevur verið at flyta seg yvir í brennievni, sum hava eitt lægri…
-

Bensin gerst grønari
Títt blýfría bensin fer at eita E10. Komandi dagarnar fáa orkustøðirnar í Føroyum nýtt brennievni, sum er grønari. Effo í Klaksvík verður fyrsta støðin, og byrjar tann sølan 2. februar. Hetta brennievnið er E10, og er tað mest brúkta brennievni í Danmark. Brennievnið er tað sum vit kenna sum blýfrítt, men við bioetanol. Endamálið við…
-

Enn eitt týðandi fet innan varandi orku
Effo fer at byggja eina orkulund í Eysturoynni. Við hesari verkætlanini leggur Effo grundarsteinin undir at vinnan kann skifta frá olju til varandi orkukeldur. Effo fer at seta vindmyllur upp á vestursíðuni í Lambavík. Talan er um eina orkulund á 100 MW, ið er sami máttur sum samlaða streymframleiðslan úr øllum orkukeldum í Føroyum í…
-

Effo veitir nú grøna hitaloysn
Nú orkuskiftið tekur dik á seg, fer Effo at veita tryggar og munagóðar orkuloysnir og orku beinleiðis til húsarhald og vinnubygningar. Tað er eyðsæð eitt skifti í eftirspurninginum eftir orku, og Effo fylgir sjálvandi við í skiftinum og menningini. Aðalendamálið hjá Effo er at veita orku til føroyingar, og tí víðkar Effo um virksemið og…
-

Hátíðarhald á Gellingarkletti
Vindmyllulundin á Gellingarkletti er klár at framleiða streym til øll húsarhald í Føroyum. Hetta vilja eigararnir Effo og Røkt hátíðarhalda. Í sambandi við verkætlanina hevur tað verið samstarvað millum sera nógvar ymiskar aktørar í Føroyum og uttanlands. Arbeiðið hevur gingið sera væl og vindmyllurnar framleiða nú streym inn á netið og út til allar føroyingar.…
-

El løðistøð í Kollafirði
Vit hava fingið enn eina el løðistøð, og hon er sett upp í Effo í Kollafirði. Við nýggju 150kW DC løðistøðini kann bilurin verða løddur eftir einans 15 minuttum. Effektiva løðistøðin er egnað til allir bilar, sum eru góðkendir til skjótløðing og er løðistøðin útgjørd við trimum DC stikkarum, harav tveir eru CCS og eitt…
-

Fyrsta vindmyllan sett upp á Gellingarkletti
Fyrsta stigið at fáa Føroyar enn longur fram á grønu leiðini bleiv tikið í dag. Vindmyllurnar vera størstu vindmyllurnar í Føroyum, og partur av torninum á fyrstu vindmylluni er sett upp á Gellingarkletti í dag. Verkætlanin við vindmyllulundini skal flyta Føroyar enn longur fram, og kemur hon at framleiða líka nógv orku sum øll vatnorkan…
-

Nýggj løðistøð í Effo í Skálafirði
Í dag verður løðistøðin í Effo í Skálafirði tikin í nýtslu. Við nýggju 150kW DC løðistøðini kann bilurin verða løddur eftir einans 15 minuttum. Effektiva løðistøðin er egnað til allir bilar, sum eru góðkendir til skjótløðing og er løðistøðin útgjørd við trimum DC stikkarum, harav tveir eru CCS og eitt Chademo. Harumframt er ein við…
-

Samstarv við Runavíkar kommunu
Týsdagin 21. september hittust partarnir í Søldarfirði, og skrivað var undir avtalu, sum ber við sær, at vit átaka okkum at gera eina nýggja oljugoymslu í økinum og at Runavíkar kommuna átekur sær at fylla út og planera økið undir goymsluni við grundarlagi í tekningum frá Landsbyggifelagnum og okkum. Talan er um økið suður frá…







