Search by

Søgan

Filmur sum bleiv gjørdur í samband við skiftið frá Statoil til Effo

Søgan um Effo

Felagið hevur havt ábyrgdina av at landið hevur havt orku til at virka og liva ígjøgnum tíðarskeið við stórum broytingum, tøkniligum framburði, kríggi og kreppum. Drúgvar royndir frá undanfarnum feløgum og undangongumonnum eru í dag ein av grundarsteinunum hjá føroyska orkufelagnum Effo.

Fyrst í 1900 byrjaðu Trappubrøðurnir við oljutunnum, tí fólk byrjaðu at fáa petroleumslampur og komfýr. Harald Haraldsen sum var ein av Trappubrøðrunum gjørdist umboð fyri Dansk Petroleum A/S – síðani yvirtók Valdemar Lutzen umboðið.

Í 1930 blivu stóru tangarnir á Viðarnesi bygdir. Goymslurnar í Søldarfirði blivu bygdar undir krígnum tí nýtslan til bilar øktiskt. Esmar Fuglø hevði stovnað felag (Føroysk Oljusøla) og eftir kríggið leigaði hann seg inn í tangarnar í Søldarfirði. Eftir fimm ár keypti Esso felagið hjá Esmari og Esmar bleiv stjóri í nýggja felagnum Esso Føroyar. Øll olja bleiv flutt sjóvegis millum oyggjarnar tí vegirnir vóru ikki útbygdir. Skipið Esso Søldarfjørður var lívsæðrin millum oyggjarnar.

Oljufýrini komu í húsini í 1960´unum og tá tekur oljusølan veruliga dik á seg. Tá byrjar søgan hjá tangabilunum. Bilasølan hækkar eisini, vegakervi batnar og bensinpumpur blíva settar upp kring landið. Vøksturin í umsetninginum førir við sær at neyðugt er við størri hølum, sum verður bygt úti á Viðarnesi. Flogsambandi førir eisini við sær at Esso gerst einasti veitari av flúgvarabensini.

Norska felagið Statoil er í 70´unum í fer við at keypa bensinstøðir og amerikanska felagið Esso hevur ætlanir um at fara úr Skandinavia. Tískil verður Esso Føroyar til Statoil. Í 1998 keypir Statoil Oljufelagið Føroyar sum varð stovnað nøkur ár frammanundan. Á heystið 2007 keypa nakrir føroyingar føroyska partin burturúr Statoil. Endiliga er hetta felag sum byrjaði við Trappubrøðrunum komið aftur á føroyskar hendur, 100 ár eftir at virksemið byrjaði.

Í hesum sambandi skiftir felagið navn til Effo, har felagið vil markera seg sum eitt føroyskt orkufelag – Føroya Orkufelag. Navnið Effo er tí ein stytting av Føroya Orkufelag og bókstavunum FO. FO eru eisini altjóða bókstavirnir fyri Føroyar.

Felagið er stolt av sínari fortíð, sum eitt felag sum føroyingar sjálvir hava rikið. Hetta er ein av okkara høvuðsstyrkjum. Undangongumenninir kendu tørvin á egnan kropp, og byrjaðu tí virksemið.

Í dag starvast umleið 200 fólk í Effo samtakinum

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her