Olja

Vilt tú sleppa undan oljubíleggingum, ella vil tú bíleggja sjálv/ur? Vilt tú hava gjaldsavtalu? Finn tænastuna, sum passar best til tín.

Bílegg eftir tørvi

Tú kanst altíð bíleggja olju frá okkum eftir egnum tørvi. Tú kanst bíleggja nær á døgninum tað passar tær við at velja teigin BÍLEGG/OLJUÁFYLLING ovast á síðuni, ella trýsta á leinkjuna niðanfyri. Vit svara eisini á tlf 343500 hvønn gerandisdag frá kl. 8.00 til 16.00.

Veitingartíðin á olju er 3 dagar, tá ið tú bíleggur á heimasíðuni ella gjøgnum telefon. Tí kanst tú við fyrimuni tekna eina hitakonto, soleiðis at tær ongantíð nýtist at bíða eftir at olja verður veitt.

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her