Search by

Spurt og svarað

Niðanfyri sært tú svar upp á spurningar, sum vit dagliga fáa. Finnur tú ikki svar upp á tín spurning her, ert tú vælkomin at ringja til Kundatænastuna á 343500 ella skriva til sales@effo.fo. Vit svara gerandisdagar frá 8 til 16.

Hvat er miðal árlig oljunýtsla hjá einum húsarhaldi?

Eitt húsarhald við einum miðal stórum sethúsum brennur umleið 3000 litrar av olju um árið. Hetta er tó bert ein vegleiðandi meting og fleiri viðurskifti kunnu ávirka oljunýtsluna.

Hví hækkar oljunýtslan?

Fleiri viðurskifti kunnu ávirka litratalið, og serliga húsabjálving og veðrið hava stóra ávirkan á oljunýtsluna. Aðrir faktorar ið kunnu nevnast eru standurin á ketlinum, innstillingar á oljufýrinum og umvælingar sum verða gjørdar í húsunum. Vit hava sett saman nøkur ráð til hvussu tú kanst lækka um oljunýtsluna í húsunum og spara pengar.

Leinkja til Spariráð

Spariráð

Nær skal tangin hjá mær skiftast?

Í 2018 setti Heilsu- og innlendismálaráðið nýggja kunngerð í gildi, sum hækkar krøvini til bæði tangaeigarar og oljuveitarar, og sum ásetur nær tangin eigur at verða skiftur. Meir kunning fæst við at fara inn á www.kunngerdarportalurin.fo og leita eftir kunngerð nr. 124 frá 10. september 2018: “Kunngerð um at fyribyrgja dálking frá oljutangum”.

Leinkja til Kunngerð

https://www.kunngerdaportalur.fo/default.aspx?id=9e2fb208-4508-4133-8888-d485e86068fc

Hvussu beri eg meg at við at skifta tanga?

Vit vilja fegin ráðgeva og hjálpa við útskifting av tanganum. Vit eru at hitta á telefon 343500 og svara millum kl. 8 – 16 gerandisdagar.

Hvat er Hitakonta?

Við hitakontu bjóða vit tær eina skipan, har ið tú rindar eitt fast gjald hvønn mánaða. Við hesum slepst undan teimum heilt stóru rokningunum.

Mánaðargjaldið
Saman rokna vit okkum fram til hvussu høgt mánaðargjaldið skal vera, og tað verður roknað í mun til hvussu stór oljunýtslan og dagsprísurin á olju er. Mánaðargjaldið verður síðani javnað hvørt hálvár (juni og desember) í mun til broytingar í prísi og oljunýtslu.

Hvørjir fyrimunir eru við hitakontu?

• Renta. Tá ið hall er á hitakontuni, verður renta ikki løgd omaná.

• Prístrygd. Prístrygdin fevnir um 25 dagar, har tú rindar lægsta oljuprísin, sum hevur verið 12 dagar áðrenn og 12 dagar eftir at tú hevur fingið oljuveitingina.

• Sjálvvirkandi áfylling. Vit taka ábyrgdina av at tað altíð er olja í tanganum, soleiðis at tær ikki nýtist at bíleggja olju sjálv/ur. Hendan tænastan er ókeypis, og ein treyt fyri at hava hitakontu.

Hvat er Hitatænasta?

Fyrimunir við hitatænastuni
Vit bjóða eina tænastu sum tryggjar at oljufýrið og ketil virka á skynsaman hátt. Tænastan er ein viðlíkahalds uppgáva, soleiðis at ketil og oljufýr virka væl, og oljunýtslan ikki verður óneyðuga høg.

Hvat er við í hitatænastuni?

• Eftirlit og reins av ketilin
• Eftirlit og reins av oljufýri
• Innstilling av oljufýri í samsvar við eftirlitsmátingar
• Útskifting av deilum, sum tryggja ein góðan rakstur – m.a. dysu.
• Ókeypis útkalling eftir hitatænastuni allir dagar millum kl 8 og 22. Arbeiðisløn er ókeypis, og tú rindar bert fyri eykalutir og evt. olju.

Hvussu geri eg, um eg ikki fái læst hurðina upp fyri hitatænastumanninum, tá ið hann skal koma at reinsa oljufýrið?

Um tú ringir á telefon 343500 avtala vit, saman við hitatænastumanninum, eina nýggja tíð til at reinsa oljufýrið.

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her