Search by
Effo_Kaffi_Spirin_Mynd

Smakkar væl betri

Fá eina góða kenslu tá tú nýtur ein kopp av nýmalnum bønum frá Effo. Effo Kaffi er nevnliga vistfrøðiligt, burðardygt og brent í Føroyum. Tað merkir, at tað ikki bara smakkar gott, men tað ger eisini gott. Vælgagnist.

Effo_Kaffi_Roaldur_Mynd

“Kundarnir hjá Effo skulu hava tað besta kaffi”

– Soleiðis ljóðaði uppgávan, sum eg fekk frá Effo. Sum kaffinørdur bleiv eg spentur beinanvegin. Vit settu okkum sum mál at brenna eitt kaffi, sum var væl betri enn alt annað kaffi. Vit prøvaðu okkum aftur og fram og komu fram til júst røttu samansetingina og brenningina. Vit tora at siga, uttan at taka munnin ov fullan, at tað eydnaðist okkum at gera eitt væl betur kaffi, enn tað, flestu okkara, eru von við at sløkkja sær tostan við. Tú kanst vita eftir.

Róaldur, stjóri í Brell

Smakkar væl og ger væl

Tá tú fært tær Effo Kaffi, veitst tú at kaffi­bønirnar eru frá smáum lokalum kaffigørðum. Framleiðslan er burðar­dygg í skipaðum sam­starvi við lokalar kaffibøndur, sum eru góðkendir av vist­frøðiligum felag­sskapum so sum IMO og Natureland. Bønirnar eru brendar heima í Føroyum í samstarv við Brell.

Effo Kaffi heimvið

Keyp Effo Kaffi nýbryggjað á Effo støðunum ella keyp tær ein passa av bønum ella malnum bønum heim við at bryggjað

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her