Search by

Størv

Starvsfólkið er okkara størsta virði. Við góðum starvsfólki tryggja vit framgongd og góðsku. Tí er tað altavgerandi at vit hava ein sterkan hóp. Tað fáa vit við at leggja dent á hesi fýra økini.

Leys størv

Leiðari til Effo í Gundadali

Vit sóknast eftir einum fyrikomandi, tænastusinnaðum og dugnaligum leiðara til Effo í Gundadali at byrja skjótast gjørligt.

Starvið

Tú kemur at hava ábyrgdina av størstu støðini hjá Effo við nógvum kundum og starvsfólkum. Starvsfólkini eru sera týdningarmikil, og tí skulu tey hava hægstu raðfesting.

Tínar høvuðsuppgávur verða at hava handilin væl skipaðan, so hetta gevur hægsta nøgdsemi millum kundar og starvsfólk – í einum ferðmiklum umhvørvi.

Aðrar uppgávur vera m.a., innkeyp av vørum, góðkenning av fakturum, samskifti við heilsølur, arbeiðsskema v.m.

Tín vangamynd

Vit vænta tí at tann, ið settur verður, hevur gott yvirlit, góð samstarvsevni og megnar at leiða eitt dugnaligt toymi av starvsfólki.

Fyrimunur er, um tú hevur hóskandi royndir ella útbúgving. Vit vænta, at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni. Vit vænta eisini, at tú ert tilreiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur.

Vit bjóða

Vit bjóða eitt starv við nógvum møguleikum og avbjóðingum í einum felagið ið er í støðugari menning. Starvsfólkahópurin er settur saman av ungum og eldri ágrýtnum og jaligum starvsfólkum. Tú fært neyðuga upplæring, so tú fært gott innlit í arbeiðsøki, og verður før/ur fyri at røkja arbeiðið til fulnar. Talan er um fulltíðarstarv við fastari løn og góðum starvsfólkatreytum.

Umsókn

Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Vilt tú hava meira at vita um starvið, vinarliga set teg í samband við Hilmar Sam Lamhauge á telefon 229090 ella hsl@effo.fo. Skrivlig umsókn skal sendast til hr@effo.fo í seinasta lagi hósdagin 26. januar.

Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Spurningar?

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Hilmar Sam Lamhauge, retailleiðara á 229090.

Um Effo

Effo er eitt føroyskt orkufelag hvørs endamál er at veita orku til føroyska samfelagið bæði á landi og sjógvi. Vit hava 200 dugnalig starvsfólk, ið veita ymsar vørur og tænastur til kundar kring allar oyggjarnar. Høvuðsskrivstovan er á Óðinshædd í Tórshavn og virksemið er kring allar oyggjarnar. Effo eigur helmingin av felagnum Vindrøkt,sum rekur 9 vindmyllur, og veitir grøna orku til øll húsarhald í Føroyum.

Harumframt eru 10 Effo støðir kring landið harav Effo rekur 7, sum allar selja gerandisvørur, skundverðar og brennievni. Effo í Gundadali er størsta Effostøð og sum hevur flestar avgreiðslur um dagin.

Talent og yrkisleið

Menning

Menning á øllum stigum er neyðugt. Vit ynskja at tú blívur betri til tað tú ert góð/ur til og fært møguleika fyri at læra nakað nýtt. Vit halda tað er ein fyrimunir at tú torir at taka ímóti avbjóðingum – soleiðis finna vit talentir innanhýsis.

Sterkar leiðarar

Okkara mál er at skapa eina mentan við leiðarum sum taka avgerðir, geva ábyrgd og hava álit á starvsfeløgunum. Sum leiðari hevur tú møguleika fyri at menna teg og sparra saman við øðrum royndum og eydnuríkum leiðarum.

Frælsi

Hjá Effo arbeiða vit saman við at røkka okkara málum – tí við felags málum fáa vit bestu úrslitini. Vit eru opin fyri meiningum og tankum hjá hvørjum øðrum – saman fáa vit bestu úrslitini.

Familja og frítíð

Ein góð javnvág millum arbeiði og frítíð er neyðug fyri starvsfólka trivnaðin og effektivitetin. Sum arbeiðsgevari vilja vit eggja til ein góðan dagligdag við javnvág millum familjulív og frítíð sameint við arbeiði og yrkisleið.

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her