Search by

Føroya Orkufelag

Effo veitir føroyingum álítandi orkuloysnir og nútímans tænastur. Ómakaleyst.

Skapa einar varandi Føroyar

Effo letur oljuúrdráttir til føroysk og útlendsk skip í Føroyum umframt, at felagið eisini veitir føroyskum og útlendskum skipum oljuúrdráttir í útlendskum havnum og á høvunum. Harumframt er Effo einasti veitari av Jet Fuel í Føroyum. Fyri framhaldandi at taka lut í at menna føroyska samfelagið, eigur Effo helmingin av Vindrøkt, sum veitir orku burturúr vindorku.
Ein partur av Effo eru Effo støðirnar kring landið, sum veita gerandisvørur og brennievni.

Í dag starvast umleið 200 fólk í Effo samtakinum.

Varandi orka

Burðardygd

Søgan

Virkir, stovnar, flogfør og húsarhald teljast millum kundabólkarnir hjá okkum, sum fáa oljuúrdráttir og aðrar tilhoyrandi tænastur frá felagnum. Felagið hevur oljugoymslur á Viðarnesi, Saltangará, Fuglafirði og á Tvøroyri og eru hesar 70% av allari oljugoymslu í Føroyum. Harumframt eigur felagið stóra terminalin í Fuglafirði, Effo Bunkers, har skip úr øllum heiminum bunkra.

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.