Við hitakontu bjóða vit tær eina skipan, har ið tú rindar eitt fast gjald hvønn mánað. Við hesum slepst undan teimum heilt stóru rokningunum.
Tænastan er ókeypis. Faktiskt sparir tú pengar. Sí hví undir prístrygd.
Mánaðargjaldið verður roknað eftir hvussu stór oljunýtslan er, dagsprísinum á olju og salduni á kontuni. Gjaldið verður síðani javnað hvørt hálvár, so tað samsvarar broytingum í prísi, oljunýtslu og saldu.
Prístrygdin fevnir um 25 dagar, har tú rindar lægsta oljuprísin, sum hevur verið 12 dagar áðrenn og 12 dagar eftir at oljuveitingin er framd. Hetta er galdandi um tú hevur eina virkna gjaldsavtalu og sjálvvirkandi áfylling.
Vit taka ábyrgdina av at fylla oljutangan, soleiðis at tær ikki nýtist at hugsa um at bíleggja olju.