Search by

Treytir

Viðskiftatreytir oljukundar

Viðskiftatreytir fyri oljukundar (privat)

 

1.              Inngangur

1.1.         Hesar viðskiftatreytir eru galdandi fyri allar avtalur, bíleggingar, váttanir, sølu og áfylling til privatar forbrúkarar frá Effo.

1.2.         Frávik frá hesum viðskiftatreytum eru bert galdandi um tey eru gjørd í serstakari skrivligari avtalu.

 

2.              Prísir

2.1.         Prísirnir hjá Effo verða ásettir grundað á innkeypsprísinum á altjóða marknaðinum og galdandi valutakursinum á US Dollar.

2.2.         Kundin fær gassoljuprísin, sum er galdandi á veitingardegnum (“Dagsoljuprísurin), og ikki á bíleggingardegnum.

2.3.         Dagsoljuprísurin er íroknað oljuavgjøld og mvg. Oljuavgjaldið liggur millum 80 oyru og 2,40 kr fyri liturin í Føroyum, alt eftir hvat slag av olju talan er um.

2.4.         Effo tilskilar sær rætt til at broyta prísin á tænastum sínum alt eftir broytingum ella øðrum umstøðum, ið hava ávirkan á kostnaðarstøðið.

2.5.         Effo tekur fyrivarni fyri eyðsæddum prísfeilum.

 

3.              Veitingar

3.1.         Levering

3.1.1.    Vøran er mett sum leverað/avhendað, tá ið vøran er leverað á bústaðnum hjá kundanum ella á tað stað, sum er avtalað millum kundan og Effo. Við áfylling av olju er vøran avhendað beint sum áfylling er liðug.

3.2.         Bíløgd áfylling

3.2.1.    Áfylling verður veitt innan 3 arbeiðsdagar eftir bílegging, um ikki onnur serstøk avtala er gjørd.

Áfylling við tangabili verður gjørd uttan at kundin er til staðar og kvittar fyri móttøku.

Tá ið bílagt verður skal kundin upplýsa ynskta nøgd ella at tangin skal fyllast.

Veitingargjald á kr. 250 íroknað mvg verður lagt á veitingar undir 500 litrar. Minstanøgd fyri bílegging av gassolju við tangabili er 300 litrar.

3.3.         Sjálvvirkandi áfylling

3.3.1.    Við sjálvvirkandi áfylling, røkir Effo tangaáfylling fyri kundan. Effo roknar út nær besta veitingartíð tíð er.

Viðskiftafólk hjá Effo kunnu velja millum oljukonto ella hitakonto. Tað er ókeypis at hava hitakontu og oljukontu kontu hjá Effo.

Við oljukontu hevur tú sjálvvirkandi oljuáfylling og fakturin verður goldin í einum, sbrt. pkt. 5.

Við hitakonto, hevur tú sjálvvirkandi oljuáfylling og rindar eina fasta mánaðarliga upphædd, sí pkt. 4.

3.3.2.    Ein avtala um sjálvvirkandi áfylling er ikki ein trygd móti at tangin kann gerast tómur. Tangin verður fyltur aftur sum skjótast, men ikki neyðturviliga sama dag. Effo tryggjar at hitatænastan fær hitan í húsini aftur sum skjótast.

Effo dekkar ikki tær útreiðslur, sum kunnu standast av, at tangin gerst tómur.

3.4.         Veitingarumstøður

3.4.1.    Kundin hevur skyldu at tryggja at veitingin kann fara fram undir tryggum og góðum umstøðum, herundir:

  • At kunna verður um hvar tangin/áfyllingarrøri er við fyrstu veiting
  • At tað er ótarnað atgongd til tangan/áfyllingarrøri
  • At tað er týðiliga avmerkt/plombað fyri ein tanga, sum ikki er í nýtslu, soleiðis at vit ikki fylla á skeiva tanga.
  • At tangin lýkur øll lógarkrøv
  • At ein virkandi “floyta”/ovfyllingartrygging er á tanganum
  • At bílagda mongdin rúmast í tanganum

Effo tilskilar sær rættin at nokta áfylling um omanfyri standandi viðurskifti ikki nøktandi.

3.5.         Smyrjolja

3.5.1.    Smyrjiolja kann bíleggjast til levering.

3.5.2.    Effo kann vegleiða í mun val av smyrjiolju, men talan er bert um yvirskipaða vegleiðing. Effo kann ikki lastast fyri nýtslu av skeivari smyrjiolju. Kundin heftir sostatt sjálvur fyri um skeivt slag av smyrjiolju verður brúkt.

3.6.         Tunnur

3.6.1.    Tunnur við olju kunnu bíleggjast til levering. Effo syrgir fyri flutningi til bryggjukant. Tunnur kunnu eisini afheintast á lagrinum hjá Effo eftir nærri avtalu.

3.6.2.    Tunnur verða sendar av goymsluni hjá Effo eina ferð um vikuna.

  • Tangar
  • Oljutangar kunnu bíleggjast til levering. Effo kann veita ráðgeving um keyp av tanga. Kundin hevur skyldu at tryggja at øll lógarkrøv o.t. viðvíkjandi tangum verða hildin.
  • Kundin kann eisini bíleggja oljutanga eftir mát. Kundin skal sjálvur máta upp og ber alla ábyrgd fyri mátini eru røtt.
  • Effo leverar bílagda tangan á avtalaða staðið. Effo kann átaka sær at burturbeina gamla tangan, um tangin er atkomiligur við kranabili.
  • Effo veitir ikki el-arbeiði, graviarbeiði, rørarbeiðið ella annað, ið krevst at fáa tangan virknan.

3.8.         Avtingingar- og irðanarrættur

3.8.1.    Avtinging ella avlýsing av áfylling kann gerast inntil áfylling byrjar. Hetta kann gerast við at ringja á 343500.

Eftir áfylling kann oljan bert latast aftur um avtala er gjørd um tað frammanundan. Kundin skal rinda allar útrreiðslur í samband við uppsúgving og burturbeinan.

3.8.2.    Bílegging av oljutanga eftir mát kann ikki iðrast eftir at framleiðslan av tanganum er sett í gongd.

 

4.              Hitakonto

4.1.         Við hitakonto, hevur tú sjálvvirkandi oljuáfylling og rindar eina fasta mánaðarliga upphædd. Er kontan tilmeldað eina gjaldsskipanaravtalu við peningarstovn, verður peningurin trektur sjálvvirkandi av peningastovnskontuni. Tín konta verður gjørd upp í endanum av hvørjum mánaði. Gjald er móttikið hjá Effo dagin eftir at upphæddin er trekt av tíni bankakontu.

4.2.         Hevur tú eina gjaldsavtalu, verður peningurin goldin sjálvvirkandi av einari føroyskari peningastovnskontu. Tá ið gjaldsavtalan verður stovnað, góðtekur tú, at tínar upplýsingar verða skrásettar í Fastgjald, at p-talið/v-talið verður brúkt til at tryggja kontuna, at sjálvvirkandi gjaldsavtala verður tilmeldað, og at gjaldingar verða avgreiddar við tí føstu upphædd og títtleika, ið Effo hevur valt.

4.3.         Hevur kundin eina virkna gjaldsavtalu og sjálvvirkandi áfylling, so fær kundin prístrygd hjá Effo. Prístrygdin hjá Effo fevnir um 25 dagar, tvs. at kundin rindar lægsta oljuprísin, sum hevur verið 12 dagar áðrenn og 12 dagar eftir, at kundin hevur fingið oljuveitingina.

4.4.         Uppsøgn av sjálvvirkandi áfylling er galdandi frá tí at kundin móttekur skrivliga váttan av uppsøgn frá Effo.

4.5.         Effo sendur hálvárliga uppgerð, har gjaldið verður javnað, soleiðis at samsvar er millum oljunýtslu, oljuprís og saldu á kontuni.

 

5.              Gjaldstreytir

5.1.         Rokning verður send beinanvegin eftir oljuveiting ella hitatænastu og gjaldstreytin annars er verandi mánaði pluss 25 dagar, um ikki annað er avtalað.

5.2.         Gjalding fyri veiting skal vera Effo í hendi á forfallsdegnum fyri at vera rættstundis.

5.3.         Faktura verður send til teldupostbústaðin, sum kundin hevur upplýst. Effo tekur fyrivarni fyri at fakturar ikki verða móttiknir, um kundin ikki hevur boðað frá røttum ella broyttum teldupostbústaði.

5.4.         Effo tilskilar sær rættin at krevja undangjald ella trygd.

5.5.         Trotarenta verður roknað fyri falnari skuld. Tó verður eingin trotarenta roknað fyri eina virkna hitakontu, har tú rindar eina fasta upphædd hvønn mánað.

 

6.              Ábyrgd

6.1.         Effo kann íkki ábyrgjast fyri skaðar, herundir oljuspill, sum eru orsaka av at veitingarumstøðurnar hjá kundanum ikki eru í lagi.

6.2.         Effo kann íkki ábyrgjast fyri skaðar ella miss, sum eru orsaka seinkaða veiting ella tómum tanga, hóast kundin er tilmeldaður sjálvvirkandi áfylling,

6.3.         Effo kann bert ábyrgjast fyri skaðar, ið Effo er atvold til, um so er at skaðin er orsaka av tilætlan ella grovum ósketni.

 

7.              Force Majeure

7.1.         Effo er leyst av skyldum sinum, um Effo ikki fær veitt sínar tænastur ella verður órógvað í sínari veiting, orsaka av viðurskiftum, sum Effo ikki hevur ávirkan á, millum annað, men ikki avmarkað til, torusláttur, ódnarveður, vatnflóð, eldsbruna, kríggj, verkfall og verkbann, umframt eisini verkfall og verkbann, ið raka starvsfólkini hjá Effo, farsótt, munandi dýrkaðar veitingar frá undirveitarum, vantandi levering av eykalutum/vørum, innflutningsbann o.t.

 

8.              Attala

8.1.         Mótmæli viðvíkjandi tænastum veittum frá Effo, íroknað umvælingar, mugu fráboðast Effo í rímiligari tíð eftir at arbeiðið er gjørt.

 

9.              Viðgerð av persónsupplýsingum

9.1.         Effo viðger persónsupplýsingar sambært galdandi dátuverndarkunning, ið er at finna her: https://www.effo.fo/effo/umeffo/datuvernd/.

9.2.         Effo tilskilar sær rætt til at marknaðarføra egnar vørur ella tænastur samsvarandi teimum, kundin hevur keypt, á upplýsta teldupostbúðstaðinum. Kundin hevur tó, til eina og hvørja tíð, møguleika fyri at biðja seg undan hesum, bæði í sambandi við at kundin letur Effo teldupostbústaðin, og tá hann seinni fær áheitanir frá Effo.

 

10.           Rættur og varnating

10.1.      Tænastuveitingin hjá Effo og hesar viðskiftatreytir eru undirgivnar føroyskum rætti.

10.2.      Møgulig trætumál kunnu einans skjótast inn fyri føroyskar dómstólar.

 

11.           Gildiskoma og broytingar

11.1.      Hesar viðskiftatreytir eru galdandi frá 23. desember 2024.

11.2.      Møguligar broytingar av hesum viðskiftatreytum verða fráboðaðar við 30 daga varningi. Kann Kundin ikki góðtaka broytingarnar, verður heitt á Kundan um at uppsiga Tænastuveitingina áðrenn broytingarnar taka við.

11.3.      Broytingar verða fráboðaðar umvegis elektroniskan ella fysiskan post, faktura ella líknandi samskiftismiðil. Í samband við broytingar kann verða víst til heimasíðuna hjá Effo. Galdandi útgava av hesum treytum er altíð at finna á www.effo.fo.

11.4.      Óansæð omanfyri standan kann Effo altíð broyta treytirnar uttan varning, um so er at broytingarnar eru týdningarlítlar ella til fyrimuns fyri kundan.

Viðskiftatreytir Effokort

Viðskiftatreytir fyri Effokort

1.              Inngangur

1.1.         Hesar treytir eru galdandi millum P/F Effo og allar kundar, sum hava eitt viðskiftakort frá Effo (Effokortið).

1.2.         Effokortið er eitt gjaldskort. Kortið gevur tær rætt til kredittkeyp av vørum í øllum sølustøðum okkara kring landið.

1.3.         Effokortið er ókeypis og kann bíleggjast av øllum myndigum persónum yvir 18 ár við føstum bústaði í Føroyum.

1.4.         Effokortið kann leggjast í Effo appina, soleiðis at tú kanst gjalda brennievni við kortinum á tínari fartelefon ístaðin fyri einum fysiskum korti. Um tú stovnar eitt Effokort á Effo appini, nýtist bert ein bankakonta at vera knýtt at.

2.              Brúksmøguleikar við Effokortinum

2.1.         Effokortið kann nýtast í øllum Effo-støðum kring landið. Um tú hevur eitt Effokort á appini, ber tað bert til at fylla brennievni á bilin.

2.2.         Effokortið kann brúkast allan samdøgrið.

2.3.         Effokortið er persónligt og skal bert brúkast av korteigaranum. Korteigarin ábyrgdast fyri øll keyp.

3.              Treytir fyri goymslu og nýtslu av Effokortinum

3.1.         Tá tú stovnar eitt Effokort, kanst tú sjálv/ur velja eina pinkotu við 4 tølum ella kann Effo gera tær eina pinkotu. Pinkotan, ið hoyrir til títt Effokort, skal haldast loynilig og má ikki goymast saman við tínum Effokortið. Goym títt Effokort á einum tryggum stað.

3.2.         Tú skalt brúka títt Effokort saman við tínari persónligu pinkotu. Tí skal pinkotan haldast loynilig fyri øðrum. Effo kennir ikki pinkotuna – bara tú kennir hana.

3.3.         Um títt Effokort ella pinkota verður mist burtur, skalt tú beinanvegin boða Effo frá á tlf. 343500. Tú kanst eisini lata kortið aftur á effo.fo.

3.4.         Um tú hevur skrásett títt Effokort í Effo appini, og tín fartelefon verður burtur, skalt tú beinanvegin boða Effo frá á tlf. 343500.

4.              Fakturering og gjalding

4.1.         Keyp uppá Effokortið er rentufrítt og verður avroknað fyri hvønn mánað, og rokning verður send fyrst í mánaðinum eftir.

4.2.         Gjaldstreytirnar eru verandi mánaði pluss 25 dagar. Eftir hetta verður trotarenta roknað.

4.3.         Neyðugt er, at Effokortið verður meldað til eina gjaldsskipanaravtalu, har peningurin verður trektur sjálvvirkandi av peningastovnskontuni.

4.4.         Tá tú stovnar Effokort, góðtekur tú, at tínar upplýsingar verða skrásettar í Fastgjald, at p-talið/v-talið verður brúkt til at tryggja kontuna, at sjálvvirkandi gjaldsavtala verður tilmeldað, og at gjaldingar verða avgreiddar við tí føstu upphædd og títtleika, ið Effo hevur valt. Víst verður til treytirnar fyri sjálvvirkandi gjaldsavtalu á https://www.minrokning.fo/documents.

4.5.         Um tøkur peningur ikki er á tíni tilmeldaðu peningastovnskontu til eina uppkrevnjing, verður kortið sperrað alt fyri eitt. Síðani royna vit, í fyrstu atløgu, at fáa eina afturgjaldsavtalu í lag við teg, áðrenn málið verður latið til rættarliga innheintan.

4.6.         Broytingar í bústaði og navni skulu fráboðast kundatænastuni í Effo skjótast gjørligt. Tú hevur ábyrgdina av, at tú ikki móttekur fráboðan um broytingar, um tú ikki hevur upplýst kundatænastuni í Effo um broyting í tínum teldupostbústaði ella vanliga bústaði.

5.              Misnýtsla

5.1.         Sum korteigari kanst tú ábyrgdast fyri tap; hetta sum fylgja av óheimilaðari nýtslu av Effokortinum við teimum avmarkingum, sum eru sbrt. § 100 í Betalingsloven[1].

5.2.         Ein og hvør týðandi misnýtsla av kortinum førir til, at kortið verður stongt, at allur kredittur fellur burtur, og at alt útistandandi fellur til gjaldingar alt fyri eitt, óansæð hvønn gjaldsdag partarnir annars hava avtalað.

5.3.         Um so er, at tú ikki heldur hesar treytir, fyriliggur mishald. Tá talan er um mishald, hevur Effo rætt til at inndraga títt Effokort uttan ávaring.

5.4.         Effo tilskilar sær rættin til at stongja títt Effokort, um tað ikki hevur verið brúkt í 24 mánaðir. Um títt kort hevur verið óvirkið í 24 mánaðir, góðtekur tú tó eisini, at Effo frammanundan setur seg í samband við teg fyri at spyrja, um kortið skal latast aftur. Effo er tó ikki bundið til at seta seg í samband við teg, men hevur rætt til tað.

6.              Viðgerð av persónsupplýsingum

6.1.         Effo viðger persónsupplýsingar um teg í samband við tína nýtslu av Effo-appini, m.a. upplýsingar um tíni keyp. Hesar upplýsingar verða bert nýttar til at veita tær bíløgdu tænasturnar, umframt til hagtøl.

6.2.         Alt samskifti millum tína fartelefon og Effo-appina verður gjørt umvegis eitt serstakt talgilt ID. Uplýsingar um hetta ID verða viðgjørdar í samsvar við galdandi lóggávu, og geva ikki Effo møguleikan at lokalisera teg ella tína fartelefon.

6.3.         Nærri upplýsingar um viðgerð av persónsupplýsingum í Effo, herundir tíni rættindi, er at finna her:

https://www.effo.fo/effo/umeffo/datuvernd/.

7.              Upphavsrættur

7.1.         Øll rættindi, herundir øll hugverksrættindi til Effo-appina, eru ogn hjá Effo.

8.              Rættur og varnating

8.1.         Tænastuveitingin hjá Effo og hesar treytir eru undirgivnar føroyskum rætti.

8.2.         Møgulig trætumál kunnu einans skjótast inn fyri føroyskar dómstólar.

9.              Gildiskoma og broytingar

9.1.         Hesar viðskiftatreytir eru galdandi frá 23. desember 2024.

9.2.         Møguligar broytingar av hesum viðskiftatreytum verða fráboðaðar við 30 daga varningi. Kanst tú ikki góðtaka broytingarnar, verður heitt á teg um at uppsiga kortavtaluna áðrenn broytingarnar taka við.

9.3.         Broytingar verða fráboðaðar umvegis elektroniskan ella fysiskan post, faktura ella líknandi samskiftismiðil. Í samband við broytingar kann verða víst til heimasíðuna hjá Effo. Galdandi útgava av hesum treytum er altíð at finna á www.effo.fo.

9.4.         Óansæð omanfyri standan kann Effo altíð broyta treytirnar uttan varning, um so er at broytingarnar eru týdningarlítlar ella til fyrimuns fyri kundan.

[1] Anordning nr. 1223 af 4. juni 2021 om ikrafttræden for Færøerne af lov om betalinger

Hitatænastutreytir

Viðskiftatreytir fyri Effo hitatænastu

 

1.              Inngangur

1.1.         Hitatænastan frá Effo er eitt hald, ið umfatar eitt árligt eftirlit og tænastu við útkall 365 dagar um árið, skuldi tørvur verið á tí.

1.2.         Hesar viðskiftatreytir eru samlaða avtalugrundarlagið viðvíkjandi Hitatænastuni hjá Effo.

1.3.         Frávik frá hesum viðskiftatreytum eru bert galdandi um tey eru gjørd í serstakari skrivligari avtalu.

 

2.              Tíðarskeið og interval

2.1.         Tæntastusáttmálin er galdandi í 1 ár í senn, og verður sjálvvirkandi endurnýggjaður í eitt nýtt 1-ára skeið, um tænastusáttmálin ikki verður uppsagdur, sí tó pkt. 9.1.

2.2.         Kundin hevur sjálvur ábyrgd av at uppsiga hitatænastuna. Uppsøgnin er í gildi, tá ið skrivlig váttan fyri frámeldan er givin av Effo.

 

3.              Tænastueftirlit

3.1.         Tæntastusáttmálin fevnir um sjálva orkuskipanina við tilhoyrandi stýringseind.

3.2.         Tænastan fevnir um árligt eftirlit, ið umfatar:

  • Eftirlit, eftirlitsmátingar og reins av hitapumpu ella oljufýr og ketil
  • Stilling av skipan í samsvar við eftirlitsmátingar
  • Kanning og útskifting av deilum
  • Filtur verða kannað og reinsað
  • Kanna temperatur á hitaskipanini
  • Kanna at nokk av kølivesku er í hitapumpuskipanini
  • Kanna at hitapumpan er rætt innstillað
  • Kanna um sjónlig brek/ólag eru á skipanini
  • Avlesa hvussu nógv hitapumpan hevur verið í rakstri

Kostnaður fyri eykalutir er ikki íroknaður, og verða hesir avroknaðir til galdandi dagsprísir.

 

3.3.         Effo hevur rætt at nýta undirveitarar til at fremja ávísar tænastur. Um so er, skal Effo syrgja fyri at hesir undirveitarar hava somu skyldur og lúka somu treytir sum ásett í hesum Tænastusáttmála, og Effo skal varðveita fulla ábyrgd mótvegis Kundanum í mun fremjan av skyldunum hjá undirveitarunum, sí tó pkt. 12.

 

4.              Fremjan v.m.

4.1.         Eftirlitsvitjanir verða framdar í vanligari arbeiðstíð, um ikki onnur serstøk avtala er gjørd.

4.2.         Kundin hevur ábyrgdina fyri at starvsfólk frá Effo fáa ótarnaða, lógliga atgongd til orkuskipanina. Kundin hevur skyldu at fylgja neyðugum leiðbeiningum frá Effo áðrenn tænastur verða veittar ella eftirlit framt. Um Kundin velur ikki at fylgja hesum leiðbeiningum, tilskilar Effo sær rætt til at uppsiga avtaluna.

4.3.         Effo kann krevja at Kundin rindar allar útistandandi upphæddir, áðrenn Effo veitir nakra tænastu.

 

5.              Útkall

5.1.         Útkall kunnu bíleggjast frá Effo 365 dagar um árið, við at ringja á +298 34 35 00. Telefontíðir eru frá kl. 8 til kl. 22 gerandisdagar, í vikuskiftum og halgidagar frá kl. 10 til kl. 22.

5.2.         Arbeiðsløn er íroknað haldinum, tá talan er um reins ella útkall, sí tó pkt. 5.3.

5.3.         Skal ein størri umvæling fremjast av orkuskipanini, kann Effo senda rokning fyri framt arbeiði. Kundin verður tó kunnaður um hetta áðrenn arbeiði verður framt.

 

6.              Effo Net  til hitapumpu

6.1.         Fyri at tryggja støðugt og trygt samband við hitapumpuna sjálva, setur Effo ein 4G-beinara á hitapumpuna, sum ger tað møguligt at knýta hitapumpuna og stýringseindina beinleiðis í eitt net hjá Effo (“Effo Netið”). Við hesum fær Hitatænastan fráboðan, um ólag er á hitapumpuskipanini, og kann skjótt avgreiða ólagið. Í summum førum kann Effo avgreiða ólagið uttan at skula út á staðið.

6.2.         Kundin skal ikki rinda fyri samanbindingarbúnaðin (4G-beinaran o.a.) – hetta er íroknað haldinum. Kundin rindar bert fyri streymnýtsluna.

6.3.         Effo hevur ognarrættin til samanbindingarútbúnaðin. Tá ið Tænastusáttmálin endar, ella um útbúnaðurin er í ólagi, kann Effo krevja, at Kundin útflýggjar útbúnaðin til Effo. Um Kundin ikki letur Effo útbúnaðin aftur, hevur Effo rætt til at krevja gjald fyri útbúnaðin.

6.4.         Kundin kann ikki ráða yvir (selja, útleiga, veðseta v.m.) samanbindingarútbúnaðinum hjá Effo, og má ikki gera inntriv í útbúnaðin ella ísetingina. Effo netið má ikki brúkast til annað enn hitapumpuna og tað endamál Effo netið er ætlað til smb. hesum treytum.

6.5.         Kundin hevur endurgjaldsábyrgd sambært vanligu endurgjaldsreglunum fyri skaðar á útbúnaðin hjá Effo, sum Kundin – ella nakar, sum Kundin hevur ábyrgd fyri – er atvold til. Harumframt ber Kundin ábyrgdina, um so er at útbúnaðurin hjá Effo, ið er íbundin hjá Kundanum, verður stolin, blívur burtur ella verður bráðskaddur, t.d. av eldsbruna, vatnskaða ella øðrum tílíkum. Kundin skal í slíkum førum endurgjalda Effo.

 

7.              Fyrivarni og undantøk

7.1.         Effo tekur fyrivarni fyri at hvør kundi, slag av orkuskipan og uppsetan kann góðkennast til at verða fevnt av Tænastusáttmálanum.

7.2.         Effo tilskilar sær rætt at avvísa orkuskipanir, ið ikki kunnu góðkennast av Effo, t.d. tí standurin á sjálvari orkuskipanini er ringur ella at uppsetanin av orkuskipanini ikki er nøktandi. Sama er galdandi um tað vísur seg at el-útbúnaðurin hjá Kundanum ikki er lógliga innlagdur.

7.3.         Effo hevur ikki ábyrgd fyri vantandi levering av komponentum, eykalutum v.m., og møguligum útreiðslum, ið standast av hesum.

 

8.              Brot á sáttmálan

8.1.         Um ein av avtalupørtunum munandi misheldur sínar skyldur sambært Tænastusáttmálanum, hevur hin parturin rætt til at uppsiga Tænstusáttmálan alt fyri eitt. Dømi um munandi mishald er m.a. um Kundin ikki heldur sínar gjaldsskyldur.

 

9.              Serligar treytir

9.1.         Tænastusáttmálin kann slítast við 1 mánaða uppsøgn, men ikki fyrr enn 5 mánaðar eru farnir av fyrsta sáttmálaskeiðnum.

9.2.         Effo hevur rætt at slíta Tænastusáttmálan, um so er at neyðugir eykalutir ikki kunnu leverast til Effo.

9.3.         Effo tilskilar sær rættin til at slíta Tænastusáttmálan, um so er at Kundin noktar at fylgja leiðbeiningunum frá Effo viðvíkjandi orkuskipanini ella Effo Net.

9.4.         Effo tilskilar sær rættin til at slíta Tænastusáttmálan, um so er tað vísur seg at orkuskipanin, vegna elli ella slit, ikki kann fáast at koyra ordiligt.

 

10.           Gjalding

10.1.      Gjaldast skal fyri Hitatænastuna antin mánaðarliga ella árliga forút. Effo hevur tó altíð rætt til at krevja at goldið verður forút, um Effo metir hetta hóskandi.

10.2.      Um goldið verður mánaðarliga hevur Kundin skyldu at melda til sjálvvirkandi gjaldsavtalu.

 

11.           Ábyrgd

11.1.      Effo hevur onga ábyrgd fyri rakstratap, krøv frá triðjamanni, øktari streymnýtslu, broytingar í streymprísinum og annað óbeinleiðis tap, ei heldur um tapið stendst av slit í Effo Net.

11.2.      Effo kann bert ábyrgjast fyri skaðar, ið Effo er atvold til, um so er at skaðin er orsaka av tilætlan ella grovum ósketni.

11.3.      Mótmæli viðvíkjandi tænastum veittum frá Effo, íroknað umvælingar, mugu fráboðast Effo í rímiligari tíð eftir at arbeiðið er gjørt.

11.4.      Effo kann aldrin ábyrgjast fyri meiri enn DKK 100,000.

 

12.           Force Majeure

12.1.      Effo er leyst av skyldum sinum, um Effo ikki fær veitt sínar tænastur ella verður órógvað í sínari veiting, orsaka av viðurskiftum, sum Effo ikki hevur ávirkan á, millum annað, men ikki avmarkað til, torusláttur, ódnarveður, vatnflóð, eldsbruna, kríggj, verkfall og verkbann, umframt eisini verkfall og verkbann, ið raka starvsfólkini hjá Effo, farsótt, munandi dýrkaðar veitingar frá undirveitarum, vantandi levering av eykalutum/vørum, innflutningsbann o.t.

12.2.      Vantandi gjaldføri er ikki force majeure.

 

13.           Rættur og varnating

13.1.      Tænastuveitingin hjá Effo og hesar viðskiftatreytir eru undirgivnar føroyskum rætti.

13.2.      Møgulig trætumál kunnu einans skjótast inn fyri føroyskar dómstólar.

 

14.           Gildiskoma og broytingar

14.1.      Hesar viðskiftatreytir eru galdandi frá 23. desember 2024.

14.2.      Effo kann broyta og áseta prísir, ómaksgjøld og aðrar treytir í hesum støðum:

·         Prísbroytingar hjá undirveitarum hjá Effo

·         Javnsetan við broytingar í prístalinum

·         Broytingar í lóggávu og/ella aðrari almennari regulering ella praksis

·         Broytingar orsaka av øktum skattum, avgjøldum ella líknandi

Møguligar broytingar verða fráboðaðar við 30 daga varningi. Kann Kundin ikki góðtaka broytingarnar, verður heitt á Kundan um at uppsiga Tænastusáttmálan áðrenn broytingarnar taka við.

Óansæð omanfyri standandi kann Effo altíð broyta treytirnar uttan varning, um so er at broytingarnar eru týdningarlítlar ella eru til fyrimuns fyri Kundan.

14.3.      Broytingar verða fráboðaðar umvegis elektroniskan ella fysiskan post, faktura ella líknandi samskiftismiðil. Í samband við broytingar kann verða víst til heimasíðuna hjá Effo. Galdandi útgava av hesum treytum er altíð at finna á www.effo.fo.

Brúkaratreytir Effo appin

Brúkaratreytir fyri Effo appina

 

1.              Inngangur

1.1.         Hesar treytir eru galdandi fyri nýtslu af fartelefon-appini Effo (Effo-appin), ið ger tað møguligt at rinda fyri ávísar tænastur frá Effo, m.a. brennievni og bilvask, umframt at bíleggja og rinda fyri mat á ávísum Effo-støðum kring landið.

1.2.         Hesar treytir eru bert galdandi fyri nýtslu av Effo-appini, og sostatt ikki veitan av øðrum tænastum frá Effo.

 

2.              Effo-appin sum gjaldsmiðil

2.1.         Tá ið tú nýtir Effo-appina saman við tínum Effo-korti, góðtekur tú samstundis galdandi treytirnar fyri Effo-kort, ið eru at finna her: https://www.effo.fo/effo-vidskiftakort/.

2.2.         Velur tú at leggja títt egna gjaldskort inn í Effo-appina, ert tú – umframt hesar treytir – eisini bundin av teimum galdandi treytunum fyri títt gjaldskort. Hesar treytir fært tú frá tí peningastovni, sum hevur veitt tær gjaldskortið.

2.3.         Effo ger serstakt vart við at Effo stillar bert gjaldsfunkuna til taks og átekur sær ikki nakra ábyrgd fyri nýtsluna av valda gjaldsmiðlinum. Tú ber sostatt sjálv/-ur ábyrgdina fyri nýtsluna av valdu gjaldsmiðlunum.

 

3.              Illgruni um misnýtslu

3.1.         Effo hevur rætt til at steingja fyri tínari atgongd at gjalda umvegis Effo-appina, um Effo hevur illgruna um misnýtslu ella onnur trygdaratlit gera seg galdandi. Hetta ger seg galdandi fyri allar virknar gjaldshættir í Effo-appini.

3.2.         Verður tín fartelefon, Effo-kort ella gjaldskort mist burtur, eigur tú at boða Effo frá hesum, soleiðis at atgongdin at gjalda við Effo-appini verður stongd.

3.3.         Umbøn um steingjan kann gerast á tlf. 343500 ella umvegis effo.fo.

 

4.              Viðgerð av persónsupplýsingum

4.1.         Effo viðger persónsupplýsingar um teg í samband við tína nýtslu av Effo-appini, m.a. upplýsingar um tíni keyp. Hesar upplýsingar verða bert nýttar til at veita tær bíløgdu tænasturnar, umframt til hagtøl.

4.2.         Alt samskifti millum tína fartelefon og Effo-appina verður gjørt umvegis eitt serstakt talgilt ID. Uplýsingar um hetta ID verða viðgjørdar í samsvar við galdandi lóggávu, og geva ikki Effo møguleikan at lokalisera teg ella tína fartelefon.

4.3.         Nærri upplýsingar um viðgerð av persónsupplýsingum í Effo, herundir tíni rættindi, er at finna her:

https://www.effo.fo/effo/umeffo/datuvernd/.

 

5.              Upphavsrættur

5.1.         Øll rættindi, herundir øll hugverksrættindi til Effo-appina, eru ogn hjá Effo.

 

6.              Rættur og varnating

6.1.         Tænastuveitingin hjá Effo og hesar treytir eru undirgivnar føroyskum rætti.

6.2.         Møgulig trætumál kunnu einans skjótast inn fyri føroyskar dómstólar.

 

7.              Gildiskoma og broytingar

7.1.         Hesar viðskiftatreytir eru galdandi frá 23. desember 2024.

7.2.         Effo kann broyta hesar viðskiftatreytir til eina og hvørja tíð við 30 daga varningi. Framhaldandi nýtsla av Effo-appini eftir hesar 30 dagar, verður mett sum góðtøka av broytingunum.

7.3.         Broytingar verða fráboðaðar umvegis elektroniskan ella fysiskan post, faktura ella líknandi samskiftismiðil. Í samband við broytingar kann verða víst til heimasíðuna hjá Effo. Galdandi útgava av hesum treytum er altíð at finna á www.effo.fo.

7.4.         Óansæð omanfyri standan kann Effo altíð broyta treytirnar uttan varning, um so er at broytingarnar eru týdningarlítlar ella til fyrimuns fyri kundan.

 

Cookies- og privatlívspolitikkur

Effo virðir títt privatlív. Tí hava vit gjørt hendan privatlívspolitikk, so tú kann fáa eitt yvirlit yvir hvussu vit innheinta, brúka, goyma og víðarilata persónupplýsingar, sum vit hava um teg.

Hvussu og nær er politikkurin galdandi?

Hesin politikkur lýsur tær persóndátuviðgerðir, sum verða gjørdar av Effo har Effo virkar sum dátuábyrgdari, sum innheintar persónupplýsingar um kundar, veitarar ella starvsfólk og ásetur endamálið og mátan við og av viðgerðini.

Hesin politikkur inniheldur eisini upplýsingar um hvussu Effo virkar sum dátuviðgeri, tvs. tá Effo viðgerð persónupplýsingar vegna okkara vinnukundar ella samstarvsfelagar eftir teirra leiðbeiningum.

Politikkurin er galdandi fyri allar mannagongdir í Effo. Um so er at ein annar privatlívspolitikkur finst fyri serstaka tænastu ella vøru, so er tann politikkurin galdandi í teimum einstøku førunum.

Tekur tú ikki undir við viðgerðini í hesum politikki kann tað viðføra, at Effo ikki kann veita tær ávísar tænastur.

Hvussu virkar Effo sum dátuábyrgdari?

Effo er dátuábyrgdari tá Effo avgerð endamálið og mátan viðgerðin av persónupplýsingum skal fara fram uppá. Persónupplýsingar eru ein og hvør upplýsing og meting, sum er knýtt ella kann knýtast at einum ávísum likamligum persóni.

Viðgerðin av persónupplýsingum er neyðug fyri at Effo kann fyrireika seg til ella liva upp til avtalur vit hava gjørt ella bjóða okkara kundum og fyri at veita kundum okkara tænastur og vørur av ymsum slag, undir hesum avsláttir og persónlig tilboð.

Hví innheinta vit tínar persónupplýsingar?

Effo innheintar og viðgerð persónupplýsingar um okkara kundar, starvsfólk, veitarar og samstarvsfelagar sum ein part av vinnuliga rakstrinum av Effo og til at náa okkara strategisku málum um at veita kundum okkara bestu tænastu.

Vit innheinta og viðgera persónupplýsingar viðvíkjandi fylgjandi skrásettu:

  • Verandi og møguligir komandi kundar

Fyri at kunna veita tænastur, umsita okkara kundasambond og liva upp til okkara lyftir til verandi ella møguligar komandi kundar, hevur Effo tørv á upplýsingum um hvør tú ert, hvat tín støða er sum brúkari av okkara vørum og tænastum umframt kontaktupplýsingum og tínum leikluti sum kontaktpersónur. Høvuðsørsøkirnar til at vit viðgera hesar upplýsingar eru:

  • Til at útføra og veita tænastur sambært avtalu við kundan
  • Veitan av support til brúkarar av okkara vørum og tænastum
  • Til betran av okkara vørum og tænastum frá kundaafturmeldingum
  • Til at liva upp til almenn krøv um trygd, umhvørvi osv.
  • Til at forða misnýtslu av okkara vørum  og tænastum
  • Fakturering, viðgerð av keypum, gjaldingum og øðrum fíggjarligum uppgávum
  • Veitan av tilboðum á vørum og tænastum til okkara kundar
  • Umsiting og stýring av stórum ordrum
  • Í nøkrum førum til at geva ávísum kundum og møguligum komandi kundum meira viðkomandi og nágreinilig tilboð uppá ávísar vørur og tænastur
  • Til at viðgera umsóknir um Effo viðskiftakort við kreditti

Fyri at náa út til ein størri marknað hava vit eitt heimilað áhugamál í  at viðgera persónupplýsingar hjá møguligum komandi kundum við í sambandi við møgulig marknaðarátøk. Fyri at geva møguligum komandi kundum viðkomandi innihald viðgera vit persónupplýsingar um møguligar komandi kundar, sum eru innsavnaðir undir t.d. sølusamráðingum ella tá ein kundi hevur víst okkum áhugað í at móttaka tilboð frá okkum.

Rættargrundarlagið fyri viðgerðunum omanfyri er samtykki, sáttmáli og okkara heimilaðu áhugamál. Vit kunnu tó vissa fyri, at við eini og hvørjari elktroniskari og beinleiðis marknaðarføringsfráboðan, sum tú fært frá okkum, vil tað vera møguligt at velja hesar marknaðarføringsfráboðanirnar frá framyvir. Um hetta av eini ella aðrari orsøk ikki vísur seg at vera satt í ávísum førum, so ber altíð til at venda sær til kundatænastuna hjá Effo.

  • Starvsfólk

Um tú ert starvsfólk í P/f Effo ella P/f Effo Bunkers, viðgera vit tínar persónupplýsingar fyri at liva upp til okkara avtalu við teg og fyri at liva upp til viðkomandi lógarásetingar fyri at røkja tína starvssetan. Vit gera hetta við støði í sáttmála, rættarligum skyldum og m.a. fyri at tryggja passandi goymslutíðir fyri viðgerðina av tílíkum upplýsingum. Viðgerðin fer fram sum liður í starvsfólkaumsitingini.

Søkir tú starv hjá Effo, viðgera vit tínar persónupplýsingar fyri at meta um hvussu viðkomandi tínir førleikar eru fyri tað starvi tú søkir. Hetta verður gjørt við støði í samtykki frá tær.

Hevur tú sum starvsfólk fyrispurningar viðvíkjandi viðgerð av tínum persónupplýsingum ber til at venda sær til Rebekku Danielsen, sum hevur starvsfólkaábyrgdina í Effo.

  • Veitarar og samstarvsfelagar

Vit viðgera upplýsingar um einstakar persónar, tá hesir umboða okkara veitarar og samstarvsfelagar og viðgerðin tekur støði í okkara heimilaða áhugamáli í at fáa nýggjar samstarvsfelagar, vinna nýggjar marknaðir og at liva upp til sáttmálakrøv.

  • Vitjandi við støðirnar og onnur rakstrarstøð kring landi

Fyri at yvirhalda ávís tilmæli um m.a. heilsu, trygd, umhvørvi osv., fyri at røkka okkara heimilaðu áhugamálum, fyri at verja okkara vinnuligu loynidómar, starvsfólk, kundar og onnur kunnu vit viðgera tínar persónupplýsingar við at seta í verk vakmyndatól-yvirvaking við okkara støðir kring landi, bæði innan og uttan, við okkara oljugoymlsur og við terminalin í Fuglafirði. Hetta er týðuligt markera við uppsløgum á teimum støðum har vit hava íverksett vakmyndatól-yvirvaking. Upptøkurnar vera goymdar í mesta lagi 14 dagar um ikki annað verður kravt sambært lóggávu.

Lógarheimild

Viðgerðin av persónupplýsingum er ikki loyvd uttan neyðuga rættargrundarlagið. Tí brúka vit í Effo eitt av fylgjandi rættargrundarløgum, lýst í Dátuverndarlógini galdandi fra 1. januar 2021, til viðgerðina av tínum persónupplýsingum:

  • Við støði í einum samtykki frá tær
  • Viðgerðin er neyðug fyri, at halda eina avtalu við teg
  • Viðgerðin er neyðug fyri, at halda eina rættarliga skyldu sum Effo er undirlagt
  • Viðgerðin er neyðug fyri, at Effo ella ein triðjipersónur kann fylgja einum heimilaðum áhugamáli, um ikki áhugamál ella grundleggjandi rættindi hjá tær, sum krevja vernd av persónupplýsingum, ganga framum

Vit viðgera bert upplýsingar um P-talið, um tú hevur givið títt nágreiniliga samtykki ella um tað er eitt lógarkrav.

Viðkvæmir persónupplýsingar, t.d. heilsuupplýsingar, blíva viðgjørdir við støði í fylgjandi rættargrundarlagi:

  • Við støði í samtykki frá tær til viðgerðina til eitt ella fleiri nágreinilig endamál
  • Við støði í arbeiðs-, heilsu og sosialrættarligum skyldum sum Effo er undirlagt
  • Við støði í almennum upplýsingum, har tað er greitt at tú sjálv/ur hevur almannakunngjørt hesar
  • Við støði í rættarligum skyldum har viðgerðin er neyðug til tess at røkja samfelagsáhugamál

Hvussu innheinta vit tínar persónupplýsingar?

Vanliga innheinta vit tínar persónupplýsingar beinleiðis frá tær í sambandi við keyp av vørum, tænastum ella tá tú hevur ynskt at gera eina avtalu við okkum.

Vit brúka cookies og aðrar sporingsloysnir á Effo web-støðum til at veita generiskar onlinetænastur. Vit innsavna upplýsingar, sum brúkarin aktivt sendur til okkum umvegis heimasíðu, appir og tænstur sum t.d. navn, teldupostbústað og telefonnummar. Vit innheinta eisini upplýsingar um hvussu okkara brúkarir samvirka við okkara web-støð og appir. Harumframt innsavnar vit upplýsingar frá tínari teldu ella eind sum t.d. IP-bústað og hvønn browsara tú brúkar. Hesir upplýsingar verða innsavnaðir við m.a. Google Analytics Solutions. Við tínum samtykki loyva appir okkara eisini tær at brúka staðsetingartænastur til m.a. at tænastur har tú kann finna tína nærmastu Effo-støð.

Í øðrum førum kunnu vit innheinta upplýsingar um teg frá øðrum keldum. Hesar keldur kunnu variera, men tað kunnu t.d. vera samstarvsfelagar, almennar keldur ella almennir upplýsingar frá ein sosialum netverki hjá triðjaparti. Vit kunnu sameina upplýsingar um teg frá einari keldu við upplýsingum frá aðrari keldu fyri at tryggja rættleikan í upplýsingunum, so vit kunnu bjóða tær meira viðkomandi vørur og tænastur.

Vit kunnu t.d. eisini upptaka myndir av tær við okkara vakmyndayvirvaking.

Hvønn víðarilata vit tínar persónupplýsingar til?

Innanhýsis í samtakinum:

Tínir persónupplýsingar kunnu latast víðari til feløg innanhýsis í Effo-samtakinum, tað er P/f Effo og P/f Effo Bunkers, um viðgerðin er í samsvari við tað endamál sum upplýsingarnir blivu innheintaðir til.

Uttanhýsis samstarvsfelagar:

Effo kann brúka triðjaparts tænastuveitarar til okkara vegna at umsita ávísar aktivitetir sum t.d. keyp, viðgera gjøld við gjaldskortum, senda teldupostar og vanligan post, veita lýsingar, máta effektina av okkara marknaðarátøkum og greina nýtsluna av okkara web-støðumella enntá at loyva brúkarum at stovna samband við teirra sosiala netverk. Fyri at kunna útføra tílíkar tænastur víðarilata vit tínar persónupplýsingar við teir respektivu samstarvsfelagarnar, men bert í tann mun teir veita tænastuna okkara vegna og syrgja fyri, at teir halda dátuverndarlóggávuna.

Effo víðariletur møguliga tínar persónupplýsingar við uttanhýsis partar í hesum førum:

  • Veitarar og samstarvsfelagar:
    • Tá vit meta vit hava eitt heimilað áhugamál í at víðarilata persónupplýsingar við støði í einum handilsligum perspektivi, sum í tí ítøkiliga førinum vigar tyngri enn møgulig atlit til tín og lóggávan loyvir tí ella um tú hevur givið samtykki til tílíka víðarilating.
  • Almennir myndugleikar:
    • Mydugleikar sum t.d. TAKS, Føroya Politi, Føroya rættur ella aðrir almennir myndugleikar kunnu biðja Effo um at geva sær allar upplýsingar vit hava um teg. Í tílíkum førum vil Effo bert geva tínar persónupplýsingar víðari um nøktandi rættargrundarlag er fyri tílíkari áheitan.
  • Brúkarafelagsskapir (sosial netverk):
    • Um tú viðmerkjur ella á annan hátt gevur tína meining til kennar um Effo í brúkarabólkum ella síðum á sosialum netverkum, har tílíkir upplýsingar kunnu síggkast og brúkast av øllum sum hava atgongd til ein tílíkan felagsskap til endamál sum eru uttanfyri ræði hjá Effo, hevur Effo onga ábyrgd fyri tí innihaldi, sum tú víðariletur til tílíkar felagsskapir.

Automatisk dátuviðger og profileringsamboð

Ávís web-støð og appir hjá Effo brúka automatisk dátuinnsavningaramboð og staðsetingaramboð til at innheinta upplýsingar um tína ferðing og samvirkan við okkara heimasíður.

Cookies

Við at brúka heimasíður og appir hjá Effo góðtekur tú nýtsluna av cookies.

Vit brúka cookies á okkara heimasíðum til at eyðmerkja brúkarar sum serstakar, men dulnevndar einstaklingar. Hetta hjálpur okkum við at skráseta talið av vitjandi og gevur okkum hagtøl og upplýsingar um, hvussu nógvar brúkarar vit hava á okkara heimasíðum og hvat hesir gera á síðunum. Vit brúka hagtølini til gera okkara síður so brúkaravinarligar sum gjørligt.

Til okkara appir brúka vit “Identifier for Advertising (IDFA) til iOS og Google Advertising ID (AAID) til Android. Allar upplýsingar verða innsavnaðar dulnevnt.

Google Analytics og reCaptcha

Effo-merktar heimasíður og applikatiónir brúka Google Analytics til at innheinta upplýsingar um, hvussu okkara brúkarar vitja heimasíður og appir. Hesar upplýsingar verða í høvuðsheitum savnaðar umvegis tænastur, sum verða veittar av Google Analytics, og tískil eru teirra treytir eru galdandi eisini í hesum førum.

Fyri at verja móti ótilætaðari nýtslu brúka vit Google Invisible reCAPTCHA, sum savnar hardware- og softwareupplýsingar, sum t.d. eindar- og applikatiónsdátur og úrslitini av integritetskontrollum umframt serstakar online-identifikatiónir, sum t.d. IP-bústaðir, og senda so hesar til Google at greina.

Við at brúka hesa tænastu góðtekur tú, at tínir persónupplýsingar vera latnir Google Analytics fyri integritetskontroll og til at gjøgnumføra tiltøk, sum eru neyðug fyri trygdina á heimasíðuni.

Cookies frá triðjaparts sosialum netverkum

Effo er aktivt á teimum sosialu miðlunum. Í løtuni hevur Effo eina virkissíðu á Facebook, Instagram og LinkedIn.

Tá tú samvirkar við Effo á hesum síðum, gert tú upplýsingar atkomuligar fyri Effo og sosiala miðilin, t.d. tá tú reagerar uppá uppsløg hjá fyritøkuni, viðmerkjur og víðarideilur tey, eins og fyritøkan viðgerð upplýsingar um at tú “dámar” virkissíðuna ella fylgir fyritøkuni á sosiala miðlinum. Harumframt blíva vanligir upplýsingar um teg viðgjørdir, sum t.d. samleikaupplýsingar, kontaktupplýsingar osv. Endamálið við viðgerðini er at marknaðarføra Effo.

Rættargrundarlagið fyri viðgerðini er at finna í § 8, stk. 1, litra f í dátuverndarlógini og tí heimilaða áhugamálinum hjá Effo at marknaðaføra seg sum fyritøku á teimum sosialu miðlunum, undir hesum eisini at gera kundar og møguligar komandi kundar kunnigar við viðkomandi tilfar og tíðindi.

Tú kann m.a. lesa meira um felags dátuábyrgd, undir hesum eisini ábyrgdarbýtið, viðgerðina osv., við LinkedIn her, við Facebook her. Víst verður annars til dátuverndarpolitikkirnar hjá hesum sosialu miðlum.

Upplýsingar á sosialu miðlunum blíva í høvuðsheitum strikaðir tá fyritøkan strikar eitt uppslag, ella tá tú strikar tína viðmerking, víðarideiling, reaktión ella tekur aftur, at tú “dámar” ella fylgir fyritøkuni á sosiala miðlinum.

Hvørji sløg av persónupplýsingum innheinta og viðgera vit í Effo?

Effo viðger fylgjandi persónupplýsingar um teg:

  • Vanligar upplýsingar og kontaktupplýsingar, sum t.d. navn, eftirnavn, telefonnummar, teldupostbústað og bústað
  • Demografiskar dátur sum t.d. føðingardag og kyn
  • Afturmeldingar til okkara vørur og tænastur
  • Ymsar fráboðanir frá tær til okkara kundatænastu
  • Myndir og filmsbrot í sambandi við okkara vakmyndatól-yvirvaking
  • Innihald sum tú leggur upp til okkara heimasíður, appir og sosialar netverkssíður
  • Umsóknir til okkara tænastur, sum blívar veittar við støði í sáttmálum
  • Fíggjarligar upplýsingar, sum t.d. upplýsingar um peningastovnskonto
  • Staðsetingarupplýsingar, sum aktivt eru sendar okkum umvegis okkara heimasíðum og appum, sum t.d. IP-bústaðir, slag av internetbrowsara osv.
  • Serstakar brúkaraupplýsingar sum t.d. login-id, loyniorð osv.
  • Innkeypsatferð grundað á tíni keyp á okkara støðum við okkara viðskiftakortum/tænastum
  • Upplýsingar um fyrrverandi størv og útbúgving í einum fakligum samanhangi
  • Upplýsinga sum tú hevur almannakunngjørt og frítt givið burtur á triðjaparts sosialum netverkum

Fyri starvsfólk viðgera vit harumframt fylgjandi upplýsingar:

  • Navn, bústaður, føðingardagur, P-tal, kontaktupplýsingar, undir hesum teldupostbústað og telefonnummar
  • Upplýsingar um kontaktpersónar/avvarðandi (navn, bústað, telefonnummar og teldupostbústað)
  • Lønarviðurskifti, peningastovns- og skattaupplýsingar
  • Útbúgvingarviðurskifti og vinnuroyndir
  • Ferðaupplýsingar í samband við ferðing fyri Effo
  • Mynd til brúk fyri innanhýsis net
  • Upplýsingar um útflýggjaði amboð, sum t.d. teldu, fartelefon, atgongdskort/lyklar osv.
  • Upplýsingar um viðgongutíð og barnsburð
  • Upplýsingar um tænastulig misbrot, ávaringar, starvsfólkametingar og upplýsingar um orsøkir til uppsagnir ella burturvísingar
  • Sjúkrafrávera og aðrar viðkomandi heilsuupplýsingar
  • Persónmensku/førleikakanningar
  • Upplýsingar um møgulig revsiverd viðurskifti
  • Mynd til brúk fyri heimasíðu, sosialar miðlar ella ársfrágreiðing um so er, at serstakt samtykki er innheinta til hetta.

Sum dátuábyrgdari viðger Effo ikki viðkvæmar upplýsingar fyri at veita vørur og tænastur til tín, men í ávísum førum er viðger av tílíkum upplýsingum eitt krav fyri at halda ávísar skyldur, sum Effo er undirlagt.

Viðkvæmir persónupplýsingar verða í fyrstu syftu innheintaðir í fylgjandi førum:

  • Um tú ert starvsfólk og hevur fráveru orsakað av sjúku, so kunnu vit møguliga viðgera viðkvæmar upplýsingar viðvíkjandi tínari heilsustøðu, sbrt. krøvum í starvsfólkalóggávu.
  • Um tú ert ein persónur, sum hevur verið fyri einari hending á ognum okkara, hava vit møguliga skyldu til at viðgera upplýsingar um tína heilsustøðu fyri at liva upp til myndugleikakrøv umframt fyri at skráseta hendingina fyri at sleppa undan endurtøkum í framtíðini.
  • Um tú ert ein kundi, sum meinar, at heilsutrupulleikar skyldast mateitran ella øðrum vandum frá okkara vørum, hava vit skyldu til at viðgera viðkvæmar persónupplýsingar um teg.

Hvussu verja vit tínar persónupplýsingar?

Persónupplýsingar í Effo verða viðgjørdir á tryggan hátt.

Vit gera okkara besta fyri at tryggja, at allar kt-skipanir, sum eru gjørdar fyri, integreraðar í, keyptar til ella brúktar í Effo, yvirhalda prinsippið um ‘Privacy by Design’ fyri at tann hátt tryggja mest møguligu trygd í sambandi við viðger av persónupplýsingum.

Vit brúka kryptering og pseudonymisering har tað er viðkomandi.

Vit avmarka atgongdina til persónupplýsingar til teir persónar, sum hava ein veruliga tørv á teimum.

Vit hava leiðreglur, politikkir og útbúgving at ráða yvir til starvsfólk sum viðgera persónupplýsingar í Effo.

Tá vit skulu brúka dátuviðgerar til at viðgera persónupplýsingar, gera vit eina meting av teimum samstarvsfeløgum vit lata persónupplýsingar til, fyri at tryggja at hesir halda galdandi lóggávu um dátuvernd. Harumframt gera vit ítøkiligar dátuviðgeraravtalur.

Vit viðgera ikki tínar persónupplýsingar longri enn neyðugt og til tað endamálið, sum upplýsingarnir eru heintaðir inn til. Sum standard goyma vit upplýsingar í 6 mánaðir, men goymslutíðarskeiðið kann blíva longri, um tað t.d. er eitt lógarkrav um tað.

Starvsfólkaupplýsingar kunnu vit goyma í upp til 18 mánaðir eftir at starvstíðin endaði.

Effo yvirheldur prinsippið um dataminimering og syrgir fyri, at vit einans savna eina minstu mongd av upplýsingum sum eru neyðugir, tá vit veita vørur og tænastur til tín.

Nær brúka vit dátuviðgerar?

Effo brúkar dátuviðgerar til ymisk endamál, t.d. til dátugoymslu, veitan av vakmyndatól-loysnum osv. Eitt yvirlit yvir dátuviðgerar hjá Effo kann fáast við at venda sær til høvuðssæti hjá Effo.

Hvørji eru tíni rættindi og hvussu gert tú brúk av teimum?

Tú hevur rætt til at biðja um atgongd til teir persónupplýsingar vit hava um teg. Vit eru tó noydd til at vita hvør tú ert, áðrenn vit kunnu leysgeva hesar upplýsingar.

Tú hevur rætt til at mótmæla viðgerðini av tínum persónupplýsingum, at afturkalla samtykki, at biðja um at tínir persónupplýsingar verða strikaðir ella rættaðir umframt rætt til dátuflutning.

Um tú ynskir at gera brúk av tínum rættindum, verður tú biðjin um at seta teg í samband við kundatænastu okkara. Sí nærri á www.effo.fo

Tú hevur harumfram rætt til at klaga til Dátueftirlitið. Sí nærri á www.dat.fo

Set teg í samband við okkum

Tú kann seta teg í samband við okkum við telduposti á datavernd@effo.fo ella við vanligum brævi til P/f Effo, Att: Dátuvernd, Óðinshædd 5, Postboks 3098, FO-100 Tórshavn.

Tú kann eisini seta teg í samband við okkara kundatænastu. Sí nærri á www.effo.fo

Broytingar í hesum politikki

Vit dagføra javnan hendan politikk. Nýggjasti og galdandi politikkur verður altíð tøkur fyri vitjandi á heimasíðu okkara.

Hesin privatlívspolitikkur er galdandi frá 1. januar 2021.

Dátuvernd

Effo er fevnt av Dátuverndarlógini galdandi frá 1. januar 2021.

Slag av persónsupplýsingum

  • Vanligar upplýsingar og kontaktupplýsingar, sum t.d. navn, eftirnavn, telefonnummar, teldupostbústað og bústað
  • Demografiskar dátur sum t.d. føðingardag og kyn
  • Afturmeldingar til okkara vørur og tænastur
  • Ymsar fráboðanir frá tær til okkara kundatænastu
  • Myndir og filmsbrot í sambandi við okkara vakmyndatól-yvirvaking
  • Innihald sum tú leggur upp til okkara heimasíður, appir og sosialar netverkssíður
  • Umsóknir til okkara tænastur, sum blívar veittar við støði í sáttmálum
  • Fíggjarligar upplýsingar, sum t.d. upplýsingar um peningastovnskonto
  • Staðsetingarupplýsingar, sum aktivt eru sendar okkum umvegis okkara heimasíðum og appum, sum t.d. IP-bústaðir, slag av internetbrowsara osv.
  • Serstakar brúkaraupplýsingar sum t.d. login-id, loyniorð osv.
  • Innkeypsatferð grundað á tíni keyp á okkara støðum við okkara viðskiftakortum/tænastum
  • Upplýsingar um fyrrverandi størv og útbúgving í einum fakligum samanhangi
  • Upplýsinga sum tú hevur almannakunngjørt og frítt givið burtur á triðjaparts sosialum netverkum

Víðarilatan til og innheintan frá øðrum

Vit víðarilata ella innheinta upplýsingar um teg frá øðrum um tað er neyðugt fyri at veita tær tænastuna ella vøruna sum vit veita.

Tíni rættindi

Tá Effo hevur savnað upplýsingar inn um teg, hevur tú ávís rættindi. Millum annað hevur tú rætt til at krevja innlit í hvørjar upplýsingar vit hava skrásett um teg. Harumframt skulu vit upplýsa um endamálið við viðgerðini av upplýsingunum, hvørji sløg av upplýsingum verða viðgjørd, og hvørjar upplýsingar verða latnar øðrum pørtum. Tu kanst eisini fáa rættað skeivar ella ófullfíggjaðar upplýsingar um teg.

Dátuábyrgdari

Høgni Beinisson er okkara dátuábyrgdari. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at skriva til datavernd@effo.fo

Harumframt kunnu áheitanir um innlit og rættindi sendast til datavernd@effo.fo

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her