Search by

Oljutangar

Effo selur fleiri sløg av tangum og oljufýrum.

Tíð at skifta tangan?

Effo selur tangar og oljufýr til nógv endamál, og vit hava altíð teir mest seldu tangarnar og oljufýrini á goymslu. Ert tú í iva um tangin hjá tær er nóg góður? Er hann ov gamal og átti at verið skiftur út?

Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkara søludeild til eitt óbindandi prát um hvørjar møguleikar tú hevur í samband við útskiftingina. Ring á 343500 ella skriva til sales@effo.fo

Sverri Steintún

Søluleiðari / CSO
Fart. 21 05 10

Signar Johannesen

Søla
Tel. 343508
Fart. 211133

Martin Jacobsen

Søla
Tel. 343518
Fart. 212114

Vinjard Johansen

Søla
Fart. 267821

Oljutangar til sethús

Vit hava ymisk sløg av tangum. Tangaslagið veldst um umstøðurnar og tørvin í/og rundan um júst tíni hús og hvar tangin eftir ætlan skal vera.

 Jørðtangar 1.500 litrar / 1.200 litrar

Hesir tangar eru egnaðir til at grava niður – heilt ella partvíst. Teir eru úr stáli og klæddir við glasfibur.
– Jørðtangi 1.500 ltr. (rundur/avlangur). Longd: 225 cm. Diametur: 95 cm.
– Jørðtangi 1.200 ltr. (rundur/avlangur). Longd: 170 cm. Diametur: 95 cm.

Innitangar 1.200 litrar

Hesir tangar eru egnaðir til at hava í td kjallara. Teir eru úr stáli og klæddir við glasfibur.
– Longd: 152 cm. Hædd: 157 cm. Breidd: 67 cm.

Trygd

Ert tú í iva um tangin hjá tær skal skiftast?

Í 2018 setti Heilsu- og innlendismálaráðið eisini nýggja kunngerð í gildið, sum hækkar krøvini til bæði tangaeigarar og oljuveitarar og sum ásetur nær tangin eigur at verða skiftur. Meir kunning fæst á Kunngerðaportalin ,kunngerð nr. 124 frá 10. september 2018: “Kunngerð um at fyribyrgja dálking frá oljutangum”. Vit hava lagt eina snarleið longur niðri á hesi síðuni , nevnd “Kunngerð”.

Brunaeftirlitið hevur ymisk trygdarkrøv og vegleiðing um hvussu tangin skal setast upp.

Tórshavnar Kommuna hevur somuleiðis gjørt ein faldara, har tú kanst fáa góð ráð og vegleiðing í samband við bæði eldri og nýggjar tangar. Les meir við at trýsta á leinkjuni niðanfyri sum eitur “Tórshavnar Kommuna – góð ráð“.

Viðkomandi leinkjur í samband við skift av oljutanga niðanfyri

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her