Search by

Burðardygd

Føroyingar eiga Effo og Effo vil framhaldandi vera við til at menna samfelagið

Felagsábyrgd

Vit arbeiða allatíð móti at menna tænasturnar, vørurnar, starvsfólkini og harvið at taka lut í samfelagsligu menningini. Tað er sera umráðandi fyri okkum at vit hava dugnalig starvsfólk, sum veruliga tíma at vera til arbeiðis og gera tað besta tey eru før fyri. Við hesum starvsfólkunum fáa vit veitt Føroya fólki tær tænastur og vørur sum tørvur er á fyri at kunna halda samfelagshjólini koyrandi. Umframt hetta er tað samstundis neyðugt at taka atlit til náttúruna og samfelagið vit virka í.

Orka til føroyingar

Tad er sera týdningarmikið hjá okkum í Effo at vera tilvitaði um samfelagsligu ábyrgdina vit hava og leiklutin vit hava havt í føroyska samfelagnum í 100 ár. Tað eru føroyingar ið eiga og arbeiða hjá Effo, og vit siggja týdningin av at vera samfelagstilvitaði.

At veita orku til føroysku húsarhaldini og vinnuna er okkara grundarlag og ein sera týdningarmikil liður í at framhaldandi menna samfelagið.

Vit skulu øll liva í góðum samljóði við náttúruna, og tí má heimurin økja um nýtsluna av burðardyggari orku. Okkara fokus fevnir eisini um orku í burðardyggari merking.

Endamálið hjá Effo er at veita orku til føroyska samfelagið og tí hava vit eina samábyrgd við brúkarunum at flyta okkum móti einum grønari Føroyum.

Okkara felags mál og virði

Burðardygt vinnulív

Effo var við í Burðardygt Vinnulív, sum var eitt samstarv millum 12 fyritøkur í Føroyum. Endamálið við Burðardygt Vinnulív var at fremja framstig í burðardygga arbeiðinum, sum vit virka og liva í.

Arbeitt varð serliga við heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning og leggja vit í Effo serliga dent á trý mál:

  • Nr 12, um veðurlagsátøk
  • Nr 14, um lívið í havi og vatni
  • Nr 15, um lívið á landi

“Vit eru sera fegin um at vera við í hesari verkætlanini. Vit hava øll ábyrgdina av at taka okkum av umhvørvinum, sum vit eru partur av, og við hesi verkætlan viðvirkar økta fokusið á avbjóðingarnar, at mál og ætlanir verða framd fyri at koma á mál.”

Gunnar Nielsen, stjóri í Effo

ISO góðkenningar

Effo hevur tríggjar ISO góðkenningar. Tær eru ISO 9001 (góðska), ISO 14001 (umhvørvi) og ISO 45001 (heilsa og trygd).

ISO leiðsluskipanin er ein stýriskipan, sum verður nýtt kring allan heimin og eisini í Effo. Endamálið við leiðsluskipanini er at tryggja at øll starvsfólkini arbeiða við einum ávísum leisti fyri at tryggja góða góðsku á vørunum og tænastunum. Harumframt skal skipanin tryggja at starvsfólkini hava tað gott, og at umhvørvið vit virka í fær minst árin sum møguligt. Tey økini ið fevna um ISO góðkenningar í Effo er fyrisiting, rakstur og støðirnar.

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her