Search by

Í góð 100 ár hevur Effo veitt føroyingum orku. Tað vóru Trappubrøðurnir, sum tá gingu á odda. Tað vilja vit halda á fram við. Tí vit ganga framvegis á odda, eisini tá tað kemur til varandi orku.

Eysturlund – størsta orkulundin

Gellingarklettur

Vindmyllurnar á Gellingarkletti vóru settar upp um várið 2022 og vóru í rakstri summarið eftir. Við hesum seks vindmyllunum grønkast ein fjórðingur av samlaðu el-nýtsluni í Føroym. Tað svarar til orkunýtsluna hjá øllum húsarhaldum í Føroyum.

Vindmyllurnar eru av merkinum Vestas V117-4.2MW. Samlaði framleiðslumátturin er 25,2 MW. Vindmyllulundin kann framleiða 100GWT árliga.

Soleiðis blivu vindmyllurnar á Gellingarkletti til

Framleiða streym, 21 juli 2022

Allar seks vindmyllurnar eru royndarkoyrdar og framleiða streym inn á netið. Vit fegnast um at hava tikið eitt fet á leiðini til einar burðardyggar Føroyar.

Vindmyllurnar settar upp, 14 juni 2022

Allar seks vindmyllurnar eru settar upp, og fara tær at grønka Føroyar í juli.

Vindmyllulundin liðug installerað, 5. mai 2022

Tað er ein sera stórur dagur í dag, tí vindmyllulundin á Gellingarkletti er liðug installerað. Sigast má at arbeiðið hevur gingið sera væl. Vit fegnast um at kunna grønka Føroyar enn meira í juni.

Fimta vindmyllan installerað, 28. apríl 2022

Arbeiðið gongur væl, og nú verður fimta vindmyllan installerað. Um fáar dagar verður sætta og seinasta vindmyllan liðug installerað.

Royndarkoyring av veingjaflutningi, 2. februar 2022

Allarhelst Føroya størsti flutningur var royndarkoyrdur í dag. Ein líkning av einum veingi bleiv royndarkoyrt frá Oyrareingjum til Gellingarklett.

Tornini komin til Føroya, 26. januar 2022

Í dag komu tornini til Føroya, og liggja nú á Oyrareingjum. Hvørt torn er 91,5 m høgt, og tískil eru tey í fýra pørtum tá tey koma til landið.

Føroya størsta stoyping, 16. desember 2021

Føroya størsta fundament av Føroya størstu vindmyllu í Føroya størstu vindmyllulund! Stoypingin til fundamentini til tær seks vindmyllurnar hjá Effo á Gellingarkletti er nú liðug.

Tað tók umleið 14 tímar at stoypa 442 m3 av betong, sum var bert til eina vindmyllu.
Vindmyllulundin kann framleiða 25% av samlaðu orkunýtsluni í Føroyum, og er hetta Føroya størsta einstaka stig móti einum burðardyggari Føroyum.

default

Royndarkoyring, 7. desember 2023

Tá veingirnir, sum eru 57 m hvør (!),  koma til landið, skulu teir koyrast úr Signabø á Gellingarklett. Gjøllar útrokningar eru gjørdar fyri at tryggja okkum at hetta letur seg gera. Í dag bleiv leiðin royndarkoyrd og alt gekk eftir ætlan.

Um Vindrøkt

Vindrøkt var fyrsta felagið at veita føroyingum orku úr vindi á búskaparligum grundarlagi, og hevur Jóhan í Niðristovu verið undangongumaður innan grønar orkuloysnir. Jóhan í Niðristovu er stjóri í felagnum.

Vindrøkt framleiðir orku úr vindi og hevur stórar ætlanir um at gera nýggjar vindmyllulundir og hevur eisini fleiri økir klár til endamálið.

Harafturat hevur Vindrøkt fingið ávegis loyvi at seta eina Pumped Storage skipan í verk, ið veruliga hevði munað í sambandi við at gera Føroyar 100% grønar í 2030.

Átøkini og ætlanirnar hjá Vindrøkt eru í tráð við Orkupolitisku ætlanina hjá verandi samgongu, og sær felagið stórar møguleikar fyri framman.

Effo hevur veitt orku til føroyingar í góð 100 ár, og tað vilja vit gera framhaldandi. Politiskt eru sett greið mál fyri, at øll orkunýtsla á landi skal vera grøn í 2030. Sum orkufelag ynskja vit eisini at arbeiða fyri at føra Føroyar fram á eina grønari leið.

Við at eiga helmingin í Vindrøkt, er Effo við til at framleiða grøna orku burturúr vindmyllulundini hjá Vindrøkt á Mýrunum í Vestmanna.

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her