Search by

Spariráð

Spariráð

Spariráð til heimið

Hav hitan í øllum rúmum standandi á uml. 21 stigum

21 stig er passaliga heitt fyri tey flestu. Fyri hvørt stig hitin fer upp um 21 stig, økist orkunýtslan við 5 %. Tú fært mest burturúr hitaskipanini, um hon arbeiðir javnt

 

Hav termostat á radiatorum og lat allar radiatorar í sama rúmi standa á sama stigi.

So arbeiðir hitaskipanin javnt, og komfortin verður betri.

 

Lækka hitan 2-3 stig um náttina og tá fólk ikki eru í húsinum

Tað er óneyðugt at hava hitan á 21 stigum, tá ið fólk sova ella eru úti í longri tíð. Tú sparir uml. 10 % av orkunýtsluni til upphiting við at lækka hitan um náttina.

 

Legg ikki klæðir til turkingar á radiatorunum

Hitabreiðslan frá radiatorum verður órógvað, um teir eru dekkaðir av klæðum ella líknandi. Tað kann eisini geva trupulleikar við slevju, um tú turkar klæði á radiatorum í búrúmum.

 

Set ikki innbúgv frammanfyri radiatorarnar.

Sum nevnt omanfyri verður hitabreiðslan frá radiatorum órógvað, um teir eru dekkaðir.

 

Lat bert vindeyguni vera opin í lítla løtu, tá ið tú luftar út.

Lufta út við gjøgnumtrekki í 5-10 min, 2-3 ferðir dagliga og skrúva radiatorarnar fyri ímeðan.

 

Er gólvhiti og radiatorur í sama rúmi, hav so meir hita á radiatorinum.

Radiatorurin er skjótari at stilla.

 

Tað er nóg mikið at hava tað heita vatnið á 50 stigum.

Tað er kostnaðarmikið at hita vatn og tí ikki ráðiligt at hita ov nógv. Tó skal tryggjast at vandi ikki er fyri legionella bakteriuvøkstri í vatninum.

 

Nýt bara heitt vatn, har tað neyðugt.

Nýt fat ella propp, og ikki vaskaupp undir rennandi heitum vatni.

 

Far heldur undir brúsu, enn í bað

Eitt brúsubað á fimm minuttir brúkar o.u. 45 litrar av vatni. Eitt karbað brúkar o.u 125 l av vatni.

 

Tað er ofta nóg mikið, at sirkulatiónspumpan á ketlinum stendur á fyrsta stigi

Tað er dýrari í streymi at hava pumpuna á ov høgum stigi. Harafturat gevur tað eisini størri hitatap í rørskipanini, av tí at vatnið verður pumpað runt óneyðugt.

 

Hav regluligt eftirlit við ketli og oljufýring

Regluligt eftirlit, reinsing og innstilling er við til at tryggja, at skipanin altíð koyrir á skynsamasta hátt.

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.