Search by

Goymslufólk til Viðarnes

Starvið

Starvið er at veita kundum okkara tænastu á hægsta stigi og veita orku til kundar á sjógvi og landi.


Arbeiðið umfatar m.a

At veita kundum vørurnar og tænastuna tey hava tørv á av goymsluni á Viðarnesi

Vera avloysari sum tangabilførari tá tørvur er á tí

Annað arbeiði í samband við oljuúrdráttir


Tínir førleikar og eginleikar

Tú ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, fylgja mannagongdum og hevur fullað fatan fyri okkara trygdarskipanum. Tú ert fleksibul og klár/ur at taka móti avbjóðingum.

Tað er ein treyt, at tú hevur stóra koyrikortið, og at tú hevur royndir at koyra stórar bilar. Ynskiligt er eisini at tú hevur trukk-, og kranaloyvi tó ikki krav.


Vit bjóða

Eitt støðugt arbeiði í einum góðum og skipaðum umhvørvi. Tú verður partur av verandi arbeiðstoymi hjá Effo á Viðarnesi. Vit bjóða mánaðarløn samb. galdandi sáttmála, harundir eisini eftirløn. Tú fært neyðuga upplæring.

Vita meira um starvið?

Set teg í samband við Eyðfinn Sigurstein ella Magna Dybzcak

Magni Dybczak

Rakstrarleiðari / COO
Fart. 21 68 22

Eyðfinn Sigurstein

Goymsluleiðari Viðarnes, Tórshavn
Tel. 343511
Fart. 214266

Freisin at søkja er 15. desembur 2021

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her