Search by

KT-tøkningur

Starvsfólk til KT-deildina

Arbeiðið umfatar m.a

  • Vegleiða og stuðla okkara brúkarum kring landið í nýtslu av KT-skipanum
  • Menning, rakstur og viðlíkahald av KT-skipanum og teldum
  • Taka lut í arbeiðinum hjá KT-deildini at framleiða hagtøl
  • Samskipa og menna skjalfestingina av okkara KT-skipanum
  • Loypandi KT-uppgávur

KT-skipanir, sum verða brúktar, eru m.a.

  • Microsoft Windows stýriskipanir
  • Microsoft Office365
  • Microsoft DynamicsNAV
  • Aðrar KT skipanir

Tú hevur tilvísing til KT-leiðaran. Arbeiðsstaðið verður á høvuðsdeildini á Óðinshædd í Tórshavn.


Tínir førleikar og eginleikar

Fyri at kunna røkja starvið best møguligt vænta vit við, at tú:

  • Hevur útbúgving innan økið t.d. teldustøðingur, datanom ella teldufrøðingur og /ella hevur hollan kunnleika innan økið
  • Ert fyrikomandi
  • Hevur góð samstarvsevnir
  • Ert tænastusinnað/ur
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt

Vit bjóða

Eitt avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri persónligari og fakligari menning. Møguleikar eru fyri at luttaka á skeiðum. Lønin verður sett eftir royndum og útbúgving. Eftirlønartrygging fylgir við starvinum.

Vita meira um starvið?

Set teg í samband við Bjarna Joensen, KT-leiðara á telefon 224277

Freisin at søkja er 26. januar 2020

Send umsóknina til hr@effo.fo ella søk niðanfyri

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.