Search by

Hitatænastufólk søkist

Effo sóknast eftir einum tænastusinnaðum tangabilførara

Starvið

Arbeiðið er at veita orku til kundar okkara á sjógvi og landi við tænastu á hægsta stigi.

Arbeiðið umfatar:

Í  høvuðsheitum veiting av oljuúrdráttum til húsarhald, virkir og skip í Vágum og meginøkinum.

Harumframt annað arbeiðið í sambandi við oljuúrdráttir.

Tín vangamynd

Tú arbeiðir sjálvstøðugt, og vilt veita kundunum eina góða tænastu. Tú sært týdningin í okkara trygdarskipanum, og fylgir mannagongdunum. Tú ert fleksibul og klár/-ur at taka móti avbjóðingum, eisini tá broytingar koma fyri.

Tað er ein treyt, at tú hevur stóra koyrikortið, og tú hevur royndir at koyra stórar bilar.

Sum persónur ert tú:

  • Sjálvstøðug/ur
  • Tænastusinnað/ur
  • Ágrýtin

Vit bjóða

Tú fært eitt støðugt arbeiði í einum góðum og skipaðum umhvørvi. Tú verður partur av verandi arbeiðstoymi hjá Effo á Viðarnesi. Vit bjóða mánaðarløn samb. galdandi sáttmála, harundir eisini eftirløn. Tú fært alla neyðuga upplæring.

Umsókn

Skrivlig umsókn við upplýsingum um royndir skal vera okkum í hendi innan 15. des. 2024.

Starvið verður sett 1. jan. 2025 ella skjótast til ber.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðfinn Sigurstein goymsluleiðara tlf 214266 ella Magna Dybczak rakstrarleiðara tel. 216822

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Send okkum umsóknina við viðkomandi upplýsingum á hr@effo.fo ella her á síðuni.

Um Effo

Effo er eitt føroyskt orkufelag, sum veitir orku til alt samfelagið. Við 200 dugnaligum starvsfólkum veita vit vørur og tænastur til kundar kring allar oyggjarnar. Okkara vindmyllulundir í Vestmanna og á Gellingarkletti veita orku til túsundavís av føroyingum. Harumframt eru 10 Effo støðir støðir kring landið, harav Effo rekur 7, har kundar kunnu keypa gerandisvørur, skundverðir og brennievni.

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.