Størv

Starvsfólkið er okkara størsta virði. Við góðum starvsfólki tryggja vit framgongd og góðsku. Tí er tað altavgerandi at vit hava ein sterkan hóp. Tað fáa vit við at leggja dent á hesi fýra økini.

Upplivingin byrjar saman við okkum

Vit søkja støðugt eftir fólki til Fast

Neyðugt er at viðkomandi er tænastusinnað/ur, fleksibul og arbeiðir sjálvstøðugt. Tú skalt hava eitt ynski um at veita bestu tænastuna til viðskiftafólkini.

Send eina umsókn til hr@effo.fo, kontakta handilsleiðaran ella beinleiðis her á síðuni við at trýsta á knøttin niðanfyri.

Talent og yrkisleið

Menning

Menning á øllum stigum er neyðugt. Vit ynskja at tú blívur betri til tað tú ert góð/ur til og fært møguleika fyri at læra nakað nýtt. Vit halda tað er ein fyrimunir at tú torir at taka ímóti avbjóðingum – soleiðis finna vit talentir innanhýsis.

Sterkar leiðarar

Okkara mál er at skapa eina mentan við leiðarum sum taka avgerðir, geva ábyrgd og hava álit á starvsfeløgunum. Sum leiðari hevur tú møguleika fyri at menna teg og sparra saman við øðrum royndum og eydnuríkum leiðarum.

Frælsi

Hjá Effo arbeiða vit saman við at røkka okkara málum – tí við felags málum fáa vit bestu úrslitini. Vit eru opin fyri meiningum og tankum hjá hvørjum øðrum – saman fáa vit bestu úrslitini.

Familja og frítíð

Ein góð javnvág millum arbeiði og frítíð er neyðug fyri starvsfólka trivnaðin og effektivitetin. Sum arbeiðsgevari vilja vit eggja til ein góðan dagligdag við javnvág millum familjulív og frítíð sameint við arbeiði og yrkisleið.

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her