Search by

Hitatænasta

Effo_Husaverodur_Mynd

Hitatænastuhald

Tænasta 365 dagar um árið

Við okkara Hitatænastuhaldi fært tú regluligt eftirlit og tilkalling um ólag er á hitaskipaninini. Hitatænastuhaldið er ein tænasta vit bjóða kundum okkara, fyri at tryggja at kundin fær fulla nyttu burturúr orkuskipanini og at orkuskipanin skjótt verður virkin aftur, skuldi hon steðga.

 

Tilkallingin er uttan meirkostnað og svarar allar yrkadagar frá kl. 8–22 og í vikuskiftinum og halgidagar frá kl. 10–22.

Við regluligum eftirliti tryggjar tú tær at orkuskipanin koyrir sum hon skal. Og sjálvandi er lógarkravda eftirlitið fevnt av okkara regluliga eftirliti.

 

Hetta umfatar hitatænastuhaldi:

√ Regluligt eftirlit av góðkendum orkuteknikara

√ Vit skipa fyri, at eftirlitið verður gjørt

√ Tilkalling uttan meirkostnað

 

Hvat umfatar tað ikki

  • Eykalutir

 

Vit svara á tlf. nr. 343500 allar dagar til kl. 22.

Gerandisdagar frá kl. 08 – 22.

Í vikuskiftinum og halgidagar frá kl. 10 – 22.

 

Les um Hitatænastutreytirnar her

Effo_Hitataenastan_Foroyakort_Yvirlit

Hitatænastan býtt sundur í økir

Hitatænastan kann tilkallast har tað er landfast á meginøkinum og í Suðuroynni.

Økini eru býtt sundur soleiðis:

1. Suðurstreymoy og Vágoy
2. Norðurstreymoy, Eysturoy og Norðoyggjar
3. Suðuroy
4. Útoyggjar*

* Á útoyggjum er eingin tilkalling við í Hitatænastuni, men tú kanst fáa regluligt eftirlit, har vit eftirhyggja, reinsa og stilla orkuskipanina.

Bílegg eftirlit

Effo_Hitataenastan_Mynd_01

Skifta oljufýr?

Er oljufýrið slitið og burdið verið skift út? Ring til okkum á telefonnummar 343500, ella til hitatænastumannin í tínum økið. So avtala vit saman eina tíð at skifta oljufýrið út.

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her