Search by

Hitatænasta

Oljufýr og ketil

 

Hitatænastan frá Effo umfatar eitt árligt eftirlit og tænastuveiting allar dagar í árinum.

Árligt eftirlit

Árliga eftirlitið tryggjar at oljufýr og ketil virka á skynsaman hátt. Tænastan er ein viðlíkahalds uppgáva, soleiðis at ketil og oljufýring virka væl og oljunýtslan ikki verður óneyðuga høg.

Hetta verður gjørt
– Kanna og reinsa ketilin
– Kanna og reinsa oljufýri
– Stilla oljufýr inn í samsvar við eftirlitsmátingar
– Kanna og skifta deilir út sum teingja til, td dysu og filtur

Fyrimunir við árligum eftirliti
– Tryggan og álítandi rakstur
– Spar upp til 15% í orku
– Longd livitíð á hitaskipan

Heilt ítøkiliga kanna og reinsa vit hesir lutir
– Oljupumpa. Filtur verða kannað
– Eldtrantur. Brennarahøvd verða reinsað
– Elektrodur verða reinsaðar
– Luftinntak. Luftveitir verða reinsað
– Termostatur verður kannaður
– Trygdartíð verður kannað
– Ketil. Roykrør verða reinsað
– Innstilling verður kannað

Økonomiroynd

Vit máta
– Kolsýruprosent
– Sóttal
– Trekk
– Roykhita
– Gagnorku

Tá oljufýrið steðgar
Um oljufýrið hjá tær av onkrari orsøk steðgar, ella tú metir at oljufýri ella ketli skal kannast, eru vit tøk 365 dagar um árið.
Um tú hevur trupulleikar við oljufýrinum, ring til okkara. Vit svara yrkadagar frá klokkan 8 til 22. Í vikuskiftum og halgidøgum frá klokkan 10 til 22. Arbeiðsløn er íroknað haldinum. Gjald fyri eykalutir og olju er ikki íroknað.

Onnur viðurskifti, sum kunnu ávirka samlaðu hitaskipanina
Tað eru fleiri viðurskifti umframt ketil og oljufýr, sum skulu virka fyri at tann samlaða hitaskipanin skal virka. Tað sum er uttan fyri ketilin og oljufýri, eru ikki umfataði av hitatænastu. Viðlíkahald av niðanfyristandandi er ikki íroknað hitatænastuhaldinum:
– Sirkulatiónspumpa
– Ekspansiónstangi
– Oljutangi
– Fylla vatna á hitaskipan
– Tiptur oljustrongur
– Kamin/skorsteinur
– El inlegging

Í summum førum kann hetta tó verða gjørt eftir avtalu við hitatænastufólk
– Skifta sirkulatiónspumpu
– Skifta ekspansiónstanga
– Fylla vatn á hitaskipan
– Minni umlegging av el-innlegging    

Hvat kostar tað?

Kostnaður fyri hitatænastuna er 1.210 kr við mvg árliga. Deilir, sum verða skiftir, eru ikki íroknaðir prísinum. Les um gjaldstreytirnar her.

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her