Search by

Størv í Effo

Effo_Skrivstovulaerlingur_Bogi-Soley_Mynd

“Hvat fert tú at lesa víðari?”

Tann sami spurningurin umaftur og umaftur. Um tú ikki hevur tikið avgerð enn, so kundu tær næstu reglurnar kanska verið svarið.

Vit leita eftir lærlingi til roknskapardeildina. Her arbeiða vit við fyrisiting, búskapi og ja, roknskapi. Ella styttri sagt: tølum. Tað er her, vit fáa alt at ganga upp og seta tvær strikur undir.

Sum lærlingur hjá okkum og brennandi áhuga fyri tølum, fært tú møguleikan at læra alt um roknskap frá okkara bestu. Ikki alt í senn, sjálvandi, men so við og við.

Vit hava td. júst fingið tað nýggjasta bókhaldsforritið, sum er á marknaðinum. Tað (og nógv annað) læra vit teg at brúka. Sum tú veksur við uppgávuni, fært tú samsvarandi ábyrgd og fleiri fastar uppgávur.

Títt arbeiðspláss, við tíni egnu arbeiðsstøð og nýggjastu heintleikum, verður á Óðinshædd – beint við Posta. Útsýnið er framúr (júst sum tíni framtíðarútlit, um tú søkir starvið). Tíbetur er venjingarhølið á somu hædd sum matstovan, tí maturin frá køksdamuni er fystafloks.

Effo hevur verið til í meira enn 100 ár. Vit gera enn tað sama sum vit gjørdu tá vit blivu til, nevnliga veita orku. Einasta grundin til at vit kunnu gera tað sama, er tí, at vit hava broytt okkum gjøgnum tíðina. Í dag framleiða vit streym við okkara vind­myllum og bjóða jarðhita, sum eina orkuloys. Alt hetta hevur borið til, tí vit hava starvsfólk, sum eru frammi í skónum, hava ein góðan felagsanda og sum vita, hvat skal til fyri at fáa tingini at henda.

Tú kennir forritini hjá Microsoft Office – Excel er títt yndis.  Tú tekur ímóti uppgávuum við opnum sinni. Tú hevur tolið, sum skal til, fyri at loysa tær og hevur ágrýtni til at royna aftur, um tað ikki gongur upp. Tað tekur í summum føru bara 2 ár at fáa skrivstovuútbúgvingina. Men um tú ikki hevur FHS ella líknandi leingir tað um lærutíðina, í summum førum upp í 3 ár.

Kundi tú hugsað tær at sagt: “eg fari at byrja mína starvs­leiðsleið innan roknskap hjá størstu og elstu orkufyritøkuni í Føroyum” við øll tey, sum spyrja og spyrja? Fyll so frymilin út niðast ella send umsókn til hr@effo.fo áðrenn 1. juni – kanska vit hóska saman? Gleða okkum at hoyra frá tær og kanska fáa teg á liðið.

Freisti at søkja er 1. juni, og best er um tú kanst byrja 15. juni.

Effo vil hava øll skikkaði at søkja, uttan mun til bakgrund, kyn og áskoðan.

Menning Geyti

Roknskaparleiðari
Tel. 343526
Fart. 281688

Meira enn eitt starv

Okkara starvsfólk er okkara størsta virði. Hví? Tí gott starvsfólk tryggjar framgongd og góðsku. Vilt tú gerast partur av einum sterkum hópi?

Vit taka altíð ímóti umsóknum við einum smíli – umbidnum og sjálvbodnum.

Send okkum tína umsókn við at fylla frymilin út ella at send á hr@effo.fo

Fá okkara tíðindabræv við at melda til her