Brennievni til øll sløg av bilum
Effo veitir brennievni til øll sløg av bilum. Okkara blýfría oktan 95 brennievni inniheldur íblandingarevni, sum ger at oljan fer betur við motorinum og umhvørvinum. Við hesum fær bilurin eisini eina bleytari motorgongd og koyringin gerst meir orkusparandi.
Hevur tú skund, ella skalt tú fylla á bilin eftir kl. 23 tá handilin hava stongt, kanst tú hjá Effo gjalda beinleiðis við pumpuna við gjalds- ella viðskiftakorti. Fyri at gera áfyllingina lættari og skjótari, hava vit sett sjálvtøkur upp við flestu av okkara handlum.
Tað eru 11 Effo-støðir kring landið.