Bílegg eftir tørvi
Tú kanst altíð bíleggja olju frá okkum eftir egnum tørvi. Tú kanst bíleggja nær á døgninum tað passar tær við at velja teigin BÍLEGG/OLJUÁFYLLING ovast á síðuni, ella trýsta á leinkjuna niðanfyri. Vit svara eisini á tlf 343500 hvønn gerandisdag frá kl. 8.00 til 16.00.
Veitingartíðin á olju er 3 dagar, tá ið tú bíleggur á heimasíðuni ella gjøgnum telefon og gjaldsfreistin er 25 dagar. Tí kanst tú við fyrimuni stovna tær fasta áfylling og gjaldsskipan, soleiðis at tær ongantíð nýtist at bíða eftir at olja verður veitt.
Veitingargjald á 250 kr. verður lagt á veitingar undir 500 litrar, og vit koyra ikki undir 300 ltr út við tangabili. Hetta er tó ikki galdandi, um tú hevur sjálvvirkandi áfylling.
